Hálvtannað ár eftir at skandinaviska handilsketan Mekonomen læt upp í Føroyum, hava teir sína fyrstu messu.
Framsýningin, sum læt upp hósdagin, er í einum stórum tjaldi við handilin hjá Mekonomen við Hoyvíksvegin í Havn. Mekonomen er størsta heilsøla í Skandinavia og er fimtistørsti innkeypari av eykalutum í Evropa. Í Mekonomen samtakinum eru meira enn 10.000 starvsfólk. Fyrstu tveir dagarnar er framsýning bert fyri verkstaðskundar, meðan opið er fyri almenninginum leygardagin, sigur Petur Martin Johansen, stjóri í Mekonomen í Føroyum.









