Fyrsta fíggjarætlanin fyri Eysturkommununa

Nú er fyrsta fíggjarætlanin fyri Eysturkommunu samtykt í bygdaráðunum í Leirvík og í Gøtu. Fíggjarætlanin javnvigar við 62 milliónum. 47,2 mió. fara til rakstur, 5,7 mió. fara til rentur og avdráttir, og 9,1 mió. fara til íløgur. Skattainntøkan verður mett at vera 56,5 mió. Á íløgusíðuni fara 8,5 mió. til liðugtgerð av barnagarðinum í Leirvík, meðan restin av íløgunum fara til liðugtgerð av útstykkingarvegi Undir Gøtueiði og til Gøtubrá í Norðragøtu. Íløgurnar verða fíggjaðar við avlopi av rakstri

og av innistandandi peningi. Barnafrádrátturin er settur til 5.000 kr. og skattaprosentið til 21 %. Nettoskuldin hjá samanløgdu kommununi verður við ársbyrjan 2009 44 % av einari álíkning á 23 %.

Kelda: www.gota.fo