Fyrsta bretska drotning við hægri útbúgving

Kate Middleton kann gerast fyrsta bretska drotningin við høgari útbúgving. Í dag giftist hon krúnprisninum Williami, sum hon hitti á skúla í Skotlandi

Í dag hevur Bretlandi verið á gosi, tí krúnprinsurin William giftist Kate Middleton. Hetta er størsta hending í bretska kongshúsinum í nógv ár, og bretar, sum fylgja væl við kongshúsinum, hava veruliga vent eygu og oyru ímóti teimum kongaligu í dag.

Kate Middleton, sum er eitt ár eldri enn prinsurin, hon giftist við, hitti William á Skt. Andrews universitetinum í Skotlandi. William skal hava sagt, at tað var ein kjóli, sum hon var í, sum av álvara fekk hann at venda eyguni ímóti henni.

Kate og William hildu nógv saman á skúlanum, og tað eru átta ár liðin, síðani tey av álvara funnu saman. William hevur verið bangin fyri, at Kate skuldi fáa somu lagnu sum mamma sín, Diana prinsessa, sum ikki var so vælkomin í kongsfamiljuni, hóast hon var sera populer millum fólkið. Diana prinsessa doyði bert 36 ára gomul í eini ferðsluvanlukku í París.


Glaður fyri meg

Kate Middleton er frá eini miðalklassafamilju, men fáa William og hon trúnuna, verður hon fyrsta drotning í Bretlandi, sum hevur útbúgving av universiteti.

- Skal eg vera glað fyri at vera saman við William? Eg haldi, at hann skal verða glaður fyri at sleppa at vera saman við mær, hevur Kate sagt í eini samrøðu.

Bretskir fjølmiðlar vilja verða við, at bretska kongshúsið hevur tikið væl ímóti Kate Middleton, og tí verður ikki roknað við, at hon fær somu lagnu sum Diana prinsessa.


Myndatekstur:

William krúnprinsur og Kate Middleton eru í dag gift