Fótbóltur
Klaksvíkingar hava í ár havt tað alt annað enn stuttligt, tá fylgt hevur verið við Formula-liðnum.
Hóast liðið eitt skifti í summar var ósigrað átta dystir á rað, so varð talan um ov nógvar javnleikir hetta tíðarskeiðið, og tí er KÍ ongan tíð av álvara komið heilt burtur frá botninum. Eftir summarsteðgin hevur gingið av skriðjuni, og tað fekk sunnudagin Eyðun Klakstein at lata stýrisvølin frá sær.
Dysturin í Havn verður soleiðis fyrsti dysturin hjá Peturi Mohr við KÍ í hesum umfarinum, og so er spurningurin, hvussu hetta hevur ávirkað spælararnar. Sum motivator er Petur tiltikin, og lítil ivi er um, at hetta verður fremsta uppgávan, nú talan er um útidyst av teimum heilt truplu. Enn tá samstundis, sum KÍ kann risikera, at annað av botnliðunum kemur ájavnt í stigatali.
Til dystin hevur KÍ aftur Rógva Jacobsen tøkan, eftir at hann noyddist at hava steðg, heldur enn at spæla landsdystir í Beograd og á Tórsvølli.
Hjá B36 er Odmar Færø einasta ivamálið, eftir at hann fekk ein skaða á ferðini hjá U21-landsliðnum.








