Fyrsta avlopið hjá Kalli

400.000 kr. vóru eftir á botnlinjuni hjá Kall í ársroknskapinum fyri 2004
Hetta er fyrsta ferðin í fýra ára livitíðini, at Kall hevur avlop, og sagt verður, at hetta eisini er í tráð við tær ætlanir, sum eru lagdar.
Í tíðindaskrivi sigur felagið, at nettosølan í fjør vaks við 47%. Samlaða talið av GSM-kundum hjá felagnum er nú 10.300, og svarar hetta til á leið ein fjórðing av teimum, sum eru á marknaðinum. Talið av fastnet-kundum hjá Kalli er 5.100.
Við árslok í 2004 vóru 16,5 fulltíðarstørv í Kalli.