Fyrsta ábendingin um uppstillingina

Í dag var landsliðsvenjing og tað gav eina fyribils ábending um uppstillingina til leygarkvøldið

Landsliðið hevði í dag sína fyrstu veruligu venjing upp til landsdystin móti Grikklandi, sum verður leygarkvøldið á Tórsvølli. Jónas Tór Næs og Viljormur Davidsen eru skaddir og tí skulu nýggir bakkar finnast.

 

Les eisini: Bárður á landsliðið alíkavæl

 

Í Rumenia var Jónas Tór Næs heldur ikki við. Tá spældi Jóhan Troest Davidsen á bakkinum. Tá hevði Lars Olsen í tonkunum at geva Bárði J. Hansen møguleikan, men hann bleiv skaddur. Spurningurin er nú um hann velur Jóhan ella Bárð.

 

Tað skal ikki leggjast so stórur dentur á venjingina í dag, men tað kundi sæð út sum, at Lars Olsn hevur gott eyga á Bárði J. Hansen á høgra bakki, meðan Gilli Sørensen røkti bakkin í vinstru á liðnum, sum hevði Gunnar Nielsen í mál, umframt Atla Gregersen og Sonna Ragnar Nattestad í miðverjuni.

 

Meiri skal tó ikki leggjast í tað, enn at hetta er fyrsta veruliga venjingin fram til dystin móti Grikkalandi.

 

Meting: Gunnar Nielsen - Bárður J. Hansen, Atli Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad, Gilli Sørensen - Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson/Róaldur Jakobsen, Brandur H. Olsen - Sølvi Vatnhamar, Christian L. Holst - Jóan Símun Edmundsson