Tað verður Olaf Højgaard av Toftum, ið hevur ført gamla Vesturhavið, sum nú verður fyrsti skipari við nýggja frystilínuskipinum, Vesturhavinum, fyrrverandi Kambi. Tað er partafelagið hjá Háldani Haldansen í Vestmanna - HKO - ið hevur keypt skipið, sum kemur í flotan fyri gamla ísfiskalínubátin.
- Tað er ymiskt, sum skal fáast upp á pláss, áðrenn skipið kann loysa. Talan er eitt nú um seinastu pappírini og góðkenningarnar. Væntandi fær skipið sína løggilding og sítt siglingarloyvi í dag, og skipið skal eisini hava nýtt radioloyvi.
Reiðarin, Háldan Haldansen, sigur, at tá klárt verður at loysa, verður fyrst farið á ein royndartúr undir Føroyar, kanska í einar tíggju dagar ella so. - Vit hava havt onkrar menn umborð á frystilínuskipinum fyri at læra skipið at kenna, og vit fara at læna einar 2-3 menn, sum kenna skipið, nú vit fara á royndartúrin.
Háldan Haldansen vísir á, at sjálv línuskipanin er kend, men tað er meira maskinaríið, frysting, skiljing og lastaplanurin, sum eru nýggj. Hinvegin er seting, draging og sjálv hagreiðingin av fiskinum - undantikið frystingin - ikki ókend.
- Vit eru ógvuliga spentir upp á hesa avbjóðing, og tað er greitt, at vit fáa nýggjar møguleikar við einum frystiskipi. Møguligt verður eitt nú at troyta leiðirnar á Flemish Kap, og nú fer eisini at bera til at gera ein túr undir Íslandi í staðin fyri tríggjar.
Reiðarin sigur, at nýggja Vesturhavið hevur næstan somu veiðimøguleikar, sum Kambur annars hevði, men Kambur hevur eitt nú størri íslandskvotu, enn Vesturhavið hevur. Frystimøguleikarnir fara eisini at merkja, at í staðin fyri at landa einar 20-25 ferðir um árið, fer Vesturhavið kanska at landa einar tíggju ferðir.
- Eg vænti, at einir 15-16 mans verða við skipinum, og tað er mín vón, at manningin fer at trívast. Tað tykist, sum áhugi er fyri møguleikunum, sum nýggja Vesturhavið hevur fram um gamla isfiskalínuskipið, sigur Háldan Haldansen, reiðari.
##med2##












