Í nakrar fáar minuttir í seinna hálvleiki var tað spennandi í Høllini á Hálsi, tá Neistin og Stjørnan spældu. Annars var Neistin omaná restina av dystinum. Neistin hevur fult stigatal nú tær hava spælt eina ferð móti øllum hinum liðnum.
Ongin hevur megnað at koppað havnar liðnum, sum hevur beina kós móti FM finalunum. Venjari hjá Neistanum er Kári Horn, sum í fjør var venjari hjá VB.
Hann hevur alla orsøk til at fegnast um gongdina. Men tað er fyrr hent, at lið hava verið greitt á odda í landskappingini, men ikki megnað at vunnið finalurnar sjálvar. Hetta sóu vit millum annað í fjør, tá KÍF lá greitt á odda á stigatalvuni, men tapti í trimum spennandi finalum fyri H71.
«Nú skulu vit fyrst tryggja okkum eitt pláss í finlauni, áðrenn vit fara at hugsa um hvussu vit skulu spæla tær, sigur Kári Horn greiður á málinum.
Hann vil ikki kanna sær nakran bita sjálvt um tað er klárt fyri øll, at Neisitin hevur bestu kortini á hondini. Men tað er heldur ikki uttan orsøk, tí í dystinum móti Stjørnuni vóru eisini løtur, har Neistin tók sær av løttum.
Dysturin
Fyrstu løtuna hevði Neistin trupulleikar við at umseta møguleikar til mál, men sum tíðin gekk, so sást at Neisitin er betra liðið. Stjørnan steðgaði upp í álopsspælinum, og tá klokkan ýldi fyri seinastu ferð í fyrra hálvleiki var støðan 13-6 til Neistan.
Stjørnan kom út til seinna hálvleik sum eitt heilt nýtt lið. Ema Bezanovic gekk á odda, og skjeyt hon ikki málini, so átti hon fríspælingina. Tað eydnaðist tó Neistanum at halda eina 3-4 málsleiðslu tað mesta av hálvleikinum, men tríggjar minuttir fyri tíð minkaði Stjørnan um munin til 24-22, og høvdu bóltin. Tað endaði tó við, at Neistin fór í mótálop og avgjørdi dystin.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Stjørnan spælir ein betri seinna hálvleik enn fyrra hálvleiki. Neistin staðfesti oddasessin og er besta liðið í deildini.
Undirmeta mótstøðuna
Tá Stjørnan minkaði um munin niður í tvey mál var brádliga trýst á Neistanum. Tær missa bóltin í álopinum, og Stjørnan hevur møguleika at minka um munin niður í eitt mál. Í hálvleikinum var ongin ivi. Tá var Neisitin nógv betri, og tey flestu mundu halda, at dysturin var avgjørdur.
«Vit taka for lætt upp á uppgávuna, tí vit halda at vit bara kunnu vinna dystin. Vit missa ov nógvar bóltar og tað er vandamikið, sigur Kári.
Neisitin fekk fatur á bóltinum og fór í mótálop. Í somu løtu, sum Neisitin økti um munin til trý mál, sást geitt at hetta var avgerandi málið. Stjørnan, sum hevur bart seg inn í aftur dystin í allan seinna hálvleik, misti stevið. Tað endaði við 27-22 sigri.
«Mín tankagongd er, at vit fyrst og fremst skulu í finaluna. So kunnu vit byrja at hugsa um hvussu vit skulu spæla hana, sigur Kári Horn um FM vónirnar.
Barbara og Ema
Tveir leikarar skaraðu burturúr í dystinum á Hálsi. Fyri Neistan var tað sum so mangan fyrr, Barbara Brauer. Skotstyrkin ger, at hon er vandamikil at kalla hvørja ferð hon nærkast málinum. Tað eydnaðist í løtum Stjørnuni at verja fyri, men við sínum níggju málum var hon høvðusorsøkin til, at Neisitin enn eina ferð vann. Hon er besti leikarin í føroysku kappingini, og heldur hon fram at avrika á sama stigi, so er ilt at síggja hvør skal steðga Neistanum og Barbaru.
Fyri Stjørnuna var Ema Bezanovic stóri leikarin. Hon er komin til Stjørnuna í ár, og hevur staðið seg væl. Hon er ikki stór av vøkstri, men smæðist ikki við at smekka til av bakkplássinum. Skotini eru hørð og neyv, men hon hevur eisini ein góðan eginleika at spæla sínar viðleikarar fríar. Fleiri ferðir eydnaðist henni á hegnisligan hátt at fáa bóltin inn á strikuna. Í løtuni sær Ema út til at verða lykilin hjá Stjørnuni til at fáa vent gongdini. Ema skjeyt átta mál fyri Stjørnuna.
Stamman er tann sama
Neisitin er í løtuni einaráðandi, men tað er ikki heilt uttan orsøk. Tað er ein langtíðarætlan, sum ger at Neisitin í ddag bæði er oddalið, og kann seta nýtt fólk við.
«Um tú hyggur fleiri ár aftur, so hevur Neisitin bygt eitt lið rundan um eina stammu, sum er har enn í dag. Tað ger, at vit kunnu spæla nýggjar ungar leikarar inn. So tað er eitt gott arbeiði tey undanfarnu árini, sum ger tað møguligt, sigur Kári Horn.
Neistin hevur nú spælt móti øllum hinum liðnum í deildini eina ferð, og Kári metir, at har eru fleiri lið, sum kunnu geva Neistanum góða mótstøðu.
«Fleiri av hinum liðnum eru eisini góð, men munurin í fleiri av dystinum hevur verið, at okkara leikarar eru betri fyri, sigur Kári Horn.
Mikukvøldið skal Neistin spæla móti Kyndil, sum er eitt av teimum liðnum, sum eltir bláa oddaliðið.
Annika hevur tað gott
Dysturin fekk eina sera óhepna byrjan, tá Annika Ljósstein fekk álvarsligan skaða í bringuna, og mátti á sjúkrahúsið við sjúkrabilinum. Hetta setti sjálvandi sín dám á dystin, sum bara var seks minuttir gamal tá. Annika sigur í viðmerking á portalinum, at hon hevur tað gott eftir umstøðunum.