Fyrst pínast so drepast

Teir báðir politistarnir, sum handtóku mannin ákærdur fyri drápsroynd, vitnaðu í rættinum í morgun. Teir greiddu frá, hvussu ákærdi ætlaði at pína órættaða, áðrenn hann skuldi høggan øksina í høvdið á honum og harvið drepa hann

Rættarmálið móti 21-ára gamla manninum, sum er ákærdur fyri drápsroynd móti einum javnaldri, helt fram í morgun.

Fyrst var ein genta kallað inn sum vitni. Hon er donsk, men hevði verið í Føroyum um tað mundið, tá hendingin fór fram, og hon hevði verið við til ballið heima hjá ákærda.

17-ára gamla gentan, sum var komin úr Danmark fyri at vitna í sakini, greiddi frá, at nógv varð drukkið hetta kvøldið, men at hon sjálv ikki var rúsað. Hon segði, at ákærdi gjørdist eitt sindur østur, og hon helt tað hevði nakað við hendan serliga sangin, sum varð spældur fleiri ferðir, og sum umrøður at binda onkran til eina song og seta eld á viðkomandi.

Gentan segði, at ákærdi í stovuni, meðan øll hoyrdi segði seg vilja gera hetta móti órættaða, men tá eingin annar vildi fara við honum, gjørdi hann av at fara einsamallur. 17-ára gamla gentan segði seg ikki vera bangna um hetta, tí hini søgdu, at ákærdi nokk fór at verða skjótur aftur.

Næstur í vitnisstólinum var ein politistur, sum váttaði, at hann, saman við einum øðrum politisti, hevði roynd tendraran, sum ákærdi hevði havt uppi á sær, og at hesin virkaði feilfrítt. Eisini høvdu teir kanna innihaldið í dunkinum, og eitt met segði, at talan var um 1-2 sentilitrar av bensini.

Eisini telefonin, sum ákærdi hevði uppi á sær, varð kannað. Hon varð send til Danmarkar til kanningar, og síðani fekk politiið í Føroyum sendandi ein diskil við øllum upplýsingum úr telefonini á.

Øll uppkall, inngangandi sum útgangandi, eins og sms’ir eru tískil til skjals. Hesi vísa, at ákærdi ringi ikki færri enn fimm ferðir til nummarkall, áðrenn hann ringdi til Auto eftir hýruvogni

 

Skjótir á staðið

Síðani vórðu teir báðir politistarnir avhoyrdir, sum handtóku ákærda náttina til 3. august 2007.

Teir greiddu frá, at teir vóru á vakt hesa náttina, tá teir fingu boð frá vakthavandi á politistøðini um at fara á ein nevndan bústað, tí ein maður hevði brotið inn har við øks. Teir vóru úti og koyrdu, og vóru rímiliga nær staðnum, so teir mettu seg at vera skjótar frammi.

Komnir á staðið sóu teir ein persón standa og vinka teir til rætta staðið, og tá teir komu har, sóu teir inn gjøgnum vindeygað ein mann sitandi í sofuni, meðan tveir aðrir hildu í hvør sín arm á viðkomandi.

Báðir politistarnir bóru kenslu á ákærda, tí hann kemur frá somu bygd sum teir báðir. Ákærdi varð beinanvegin lagdur í hondjørn, og stemningurin var eitt sindur »panikk-kendur«.

Politistarnir kendu ikki teir báðar menninar, sum hildu ákærda, men hava seinni frætt, at talan er um pápa ákærda og bróður hansara.

- NN var eitt sindur uppi at koyra, og hann og ákærdi róptu eftir hvørjum øðrum. Vit fingu tí ákærda út í bilin sum skjótast, fyri at fáa skilt partarnar at, greiddu teir báðir politistarnir frá.

Teir greiddu víðari frá, at ákærdi hevði eitt reip vavt um yvirkroppin, og at tað sá heldur undarligt út. Eisini varnaðust teir eina øks á gólvinum millum sofurnar og ein bensindunk, sum teir somuleiðis tóku við sær.

Meðan teir enn vóru á ástaðnum, helt ákærdi framhaldandi á at rópa: »NN er pedofilur, tí skal hann drepast«. Hetta tók hann upp í saman fleiri ferðir.

 

Fyrst pínast

Annar av politistunum greiddi frá, at hann kendi ákærda frá heimbygdini, og at hetta helst hevur verið við til at hann rímiliga lætt fekk tosað ákærda til ró. Hann gjørdi ongantíð mótstøðu, men virkaði róligur.

Politistarnir greiddu frá, at teir settu ákærda inn á baksetrið. Teir søgdu eisini, at teir ongantíð seta ein handtiknan aftan fyri førarasetrið, fyri at førarin ikki skal órógvast. Tí situr politisturin altíð aftan fyri førarasetrið.

Ákærdi fekk beinanvegin at vita, at hann ikki hevur plikt at úttala seg, men hann hevði góðan hug at greiða politistunum frá, hvat hann ætlaði sær at gera við ákærda.

Hann segði, at hann ætlaði at bróta seg inn á órættaða, menað hesin svav. Síðani skuldi hann oysa bensin út yvir dýnuna og festa eld í. Hetta skuldi gerast, so órættaði píndist, tí tað skuldi hann. At enda skuldi ákærdi so høgga øksins í høvdið á órættaða og harvið drepa hann, søgdu politistarnir í rættinum í morgun.

Somuleiðis minstist annar av politistunum, at ákærdi segði seg saktans vilja taka 6-7 ár í fongsli fyri at drepa órættaða, tí hann var pedofilur, og slíkir eiga ikki at sleppa at ganga millum fólk.

Eisini segði ákærdi seg harmast um, at tað miseydnaðist at gera av við órættaða í hesum umfarinum, men tá hann slapp leysur aftur, skuldi hann nokk fáa gjørt arbeiðið liðugt, tí nú visti hann, hvar órættaði býr.

Annar av politistunum segði seg ikki hava gjørt sær nakrar serligar tankar um seriøsitetin í tí, sum ákærdi segði í politibilinum á veg út á Landssjúkrahúsið til at taka blóðroynd. Hann ávaraði tó ákærda enn einaferð, at hann ikki hevði plikt til at úttala seg.

Hin politisturin segði, at hann ikki metti tað so ógvuliga seriøst, sum ákærdi greiddi frá, og at hann var rættiliga fullur.

Rættarmálið heldur fram seinnapartin í dag, og Sosialurin fylgir framhaldandi málinum.