Umleið 150 fólk møttu til móttøkuna á Náttúruvísindadeildini í Nóatúni seinasta fríggjadag í sambandi við at Fróðskaparsetur Føroya fylti 40 ár.
Fróðskaparsetur Føroya varð stovnað í 1965 við tí latínska heitinum Academia Færoensis. Tað vóru limirnir í Føroya Fróðskaparfelag, stovnað í 1952, sum tóku stig til at fáa ein lærdan háskúla í Føroyum.
Virksemi tey fyrstu árini fevndi um ársskeið í náttúrusøgu og í føroyskum fyri lærarar. Verulig akademisk útbúgving byrjaði í 1970 við heimspeki og skeiði til »filosofikum«.
Teir sum hildu røðu á móttøkuni vóru Jógvan á Lakjuni, mentamálaráðharri, og rektarin á stovninum Jóan Pauli Joensen.
Jóan Pauli segði m.a. í síni røðu: "Tað er fyrst og fremst Føroya Fróðskaparfelag fyri at takka, at Fróðskaparsetur Føroya varð stovnað í 1965. Setrið hevur hesi 40 árini útbúgvið fólk í føroyskum, í søgu og samfelagsfrøði og í náttúrufrøði og tøkni. Fleiri av hesum sita í dag í góðum størvum í tí føroyska samfelagnum og hava ávirkan á samfelagslívið. Við nýggju kunngerðini ber til at taka prógv sum bachelor, master og Ph.D., eins og á øðrum universitetum í Europa.
Lærararnir á setrinum eru á sama støði sum við onnur universitet og setrið fungerar væl og verður stýrt væl. Tað er ikki minst setursfyrisitingini fyra at takka.
Eg fari at takka øllum á setrinum fyri teirra dagliga íkast og teirra arbeiði higartil, samstundis sum eg farið at heita á øll at síggja við frískum eygum upp á framtíðina.
Eg vil ynskja okkum øllum tillukku við 40-ára degi setursins. Bæði Føroya Fólki, myndugleikunum, starvsfólkum og studentum. Hjartaliga tillukku við degnum", segði Jóan Pauli Joensen at enda.
Um kvøldið var veitsla á Náttúruvísindadeildini.
Í samband við 40 ára stovningardagin verða fyrilestrar hildnir í stóru fyrilestrarøðini "Setrið á ferð". Í røðini vera okkurt um 40 fyrilestrar, sum vera um alt landið.









