Fyrst fokus á Føroyum

Danski venjarin undir­strikar, at tað er týdningarmikið, at hansara spælarar hava fokus á avbjóðingini ímóti Føroyum, áðrenn eyguni eftir dystin fríggjakvøldið verða vend ímóti Serbia á útivølli

Í donskum landsliðsfótbólti er fokus í hesum døgum vent ímóti a-landsliðnum, sum næstu dagarnar skal spæla tveir dystir. Úrslitini í teimum fara at gera av, um Danmark skal spæla við í EM endaspælinum næsta summar.
Hálvan annan tíma áðrenn U-21 liðið skal spæla ímóti Føroyum, skulu Morten Olsen og hansara menn spæla á Kypros, og týskvøldið í næstu viku verður stóra finalan, tá ið Portugal vitjar í Parkini.
Hóast tað mest verður tos­að um Morten Olsen, Niclas Bendtner, Christian Eriksen og allar hinar, so er tað ikki heilt gloymt, at U-21 landsliðið nú fer at spæla fyri fyrstu ferð á heimavølli, síðani tað í summar ikki eydnaðist liðnum at spæla seg víðari úr bólkaspælinum í EM endaspælinum. Tað kendist sum stórt vónbrot, tí kappingin var í Danmark, og danska liðið hevði heimavøll í Aalborg, har dysturin ímóti Føroyum verður fríggjakvøldið.
Síðani EM endaspælið er venj­arin skiftur út. Nýggjur ábyrgdar­maður er Morten Wieghorst, sum í fleiri ár var venj­ari í FC Nordsjælland, og sum er gamal landsliðsspælari. Hesin venjarin verður roknaður sum ein tann gávuríkasti í Dan­mark.
Morten Wieghorst og Dan­mark fingu flúgvandi byrjan í nýggju EM undankappingini, tá ið tað eydnaðist at vinna 3-0 í Belfast. Næstu vikuna skal Danmark spæla fyrsta heima­dystin, sum er ímóti Føroyum, og síðani á útivølli í Serbia.
Á pappírinum er talan um tvær heilt ymiskar uppgávur, og Morten Wieghorst sigur soleiðis um avbjóðingarnar:
– Sjálvandi er føroyska liðið øðrvísi enn tað norðurírska, sum vit vunnu greitt ímóti. Men eg rokni við, at føroy­ing­arnir fara at stríðast alt tað, sum teir eru mentir ímóti stóra­beiggjanum. Sjálvandi eru vit favorittar, men tað er týdn­ingar­mikið, at vit ikki undirmeta liðið. Føroyar taptu 5-1 í Serbia, men tað er áhuga­vert, at føroyska liðið legði seg á odda.
– Tað eru bara nakrir fáir dagar ímillum dystirnar ímóti Føroyum og Serbia. Sjálvandi verður talan um heilt øðrvísi dyst niðri í Serbia, men tað er týdningarmikið, at vit nú fult og heilt savna okkum um av­bjóðingina ímóti Føroyum og fáa tann dystin frá hondini, áðr­enn vit fara at hugsa um Serbia.
Danska U-21 landsliðið hev­ur seinastu tíðina spælt nógvar dystir í Aalborg. Fríggjakvøldið fer Morten Wieghorst fyrstu ferð at standa á odda fyri lið­num á heimavølli, og hann vónar, at tað fer at síggjast og hoyrast, at liðið er á heima­vølli:
– Jydarnir plaga at bakka lið­ið upp, og tað vóni eg, at teir eisini fara at gera ímóti Før­oyum.