Fyrst fekk hon 10 ára fongsul - nú skal hon sita 10 ár afturat

Ein dómstólur í Turkalandi sigur, at kurdiska mannarættindastríðskvinnan Leyla Zana skal í fongsul tíggju ár afturat

Sambært rættinum hevur Leyla Zana brotið lógina, tí hon í níggju førum óbeinleiðis hevur sagt seg stuðlað kurdiska flokkinum PKK, sum er ólógligur í Turkalandi, og floksins leiðara Abdullah Öcalan, sum situr í fongsli.

Dómurin fall í gjár, og har bleiv Leyla Zana dømd 10 ára fongsul. Verji hennara sigur, at málið verður lagt fyri hægri rætt.

Tann 47 ára gamla mannarættindastríðskvinnan hevur longu sitið 10 ár í fongsli, tí hon sambært rættinum hevði samstarvað við PKK. Nú skal so í fongsul 10 ár afturat, um dómurin ikki verður broyttur.

Leyla Zana hevur fingið fleiri heiðurslønir fyri sítt arbeiði fyri mannarættindum. Eitt nú hevur hon fingið Sakharov-heiðurslønina frá ES, og fyri tveimum árum síðani fekk hon ta norsku Rafto-heiðurslønina fyri arbeiði sítt.