Fyrst førleikar – síðani vald!

Á heysti 2009 stóð mær í boði at halda ein fyrilestur um javnstøðu. Hesin fyrilestur varð bílagdur av Demokratiu í einum átaki at útbreiða boðskapin um javnstøðu. Tað stóð mær skjótt klárt, at ein slíkur fyrilestur ikki skuldi vera ryggklapparí ella endurtøka av teimum vinklum, ið longu hava verið nógv frammi kring javnstøðukjakið. Eisini metti eg, at javnstøðukjakið kann tola ein farra av sjálvrannsakan, soleiðis at tað fær eitt høvi at endurnýggja seg í staðin fyri at spæla ta somu, skøvaðu plátuna ferð eftir ferð.

Fyrilesturin er býttur upp í tríggjar undirpartar, ið byggja á hesar tríggjar oddasetningar:
• Um kvinnur skulu hava ávirkan innanfyri privat vinnulív, so mugu tær eisini hava eitt meiri ambitiøst starvsval, ið gevur teimum førleikar til privatar oddasessir
• Javnstøða merkir í dag ikki, at kvinnur sum heild skulu hava meiri politiskt vald, men at ungar, vælútbúnar kvinnur skulu hava meiri politiskt vald
• Javnstøða hyggur ikki einans eftir kynsgjónni, men eftir eini ørgrynnu av sosialum gjáum í samfelagnum.

Hesir pástandir verða eftirkannaðir í hesari og tveimum øðrum greinum, ið verða prentaðar í Sosialinum í viku 9 í 2005. Greinirnar koma sjálvandi als ikki á mál við eftirkanningini, men eru meiri ætlaðir sum “eygaopnarar”, ið kunnu vekja áhugan hjá fólki fyri nøkrum vinklum, ið ofta eru forsømdir í javnstøðukjakinum.

Sámal Matras Kristiansen,
samfelagsfrøðingur

– Fyrsta grein av trimum






»Um kvinnur skulu hava ávirkan innanfyri privat vinnulív, so mugu tær eisini hava eitt meiri ambitiøst starvs­val, ið gevur teimum før­leikar til privatar odda­sessir.«


Tað eru søguliga mannfólkini, ið hava dominerað føroyska vinnu­lívið. Samfelagið er heilt upp til eftir 2. heimsbardaga bygt upp eftir einum siðbundnum leisti við manninum í forsyrgjara­leik­lutin­um. Kvinnur arbeiða meðan tær eru ungar, men eftir at tær verða giftar, gerast arbeiði til heima­arbeiði, meðan teirra leik­lutur í pengabúskapinum meiri at kalla verður hjáputur.
Hyggja vit eftir tølunum, síggja vit, at vit framvegis ikki heilt eru komin burtur úr hesum mynstri, hóast tað er gingið rætta vegin. Mið­skeiðis í 80’unum fáa kvinn­urnar einans knapt 28 % av saml­aðu lønarinntøkunum. Í 2008 er hetta talið komið upp á næstan 38% av samlaðu lønarinntøkunum, hóast langt er eftir, áðrenn javn­støða er í lønarlagnum.
Kvinnur velja tryggleika
Gongdin gongur sostatt javnt, men sera spakuliga, mótvegis javn­­støðu á lønarøkinum, men relativt sæð er tað betri fyri kvinn­urnar, tá tíðirnar ikki eru so góðar. Ein av orsøkunum til hetta er uttan iva tað markanta trygg­leika­elementið í teirra starvsvali.
Meðan menn hava lyndi at velja meiri váðafull arbeiði innanfyri ymiskar privatar vinnur, velja kvinnur ofta tey tryggaru almennu størvini. Hesi eru góð í ringum tíðum, men gerast vanliga lønar­lagsligir eftirbátar í góðum tíð­um.
Hyggur man nærri eftir tølun­um, sæst, at kvinnur kláraðu seg relativt verri í uppgangstíðunum seinast í 90’unum og síðani aftur í uppgangsárunum 2006-7. Um­­vent kláraðu kvinnur seg relativt betri í kreppuni í 90’unum og aftur nú í verandi kreppu. Í ringum tíðum eru tað í størri mun menn­inir, ið enda í arbeiðsloysi.
Verður hugt eftir nýggjum tøl­um frá ALS, sæst eisini týðiliga, at kvinnur fylla relativt minni í arbeiðsloysishagtølunum, nú tíð­ir­nar verða verri.
Mótsetningur millum javsntøðu og framburð?
Tað er ein trupulleiki, um javn­støðan skal hava gagn av, tá tíðirnar eru minni góðar. Hetta er ikki eitt gott grundarlag fyri javn­støðukjakið, tí tá íkemur ein mót­setningur millum javnstøðu og framburð.
Um tað skal vera soleiðis, at javn­støða krevur ein lægri vøkstur – t.d. við relativt sæð at flyta størv frá tí almenna til tað privata, so mugu vit umhugsa um hetta er ein gongd leið. Tí ríkidømið hjá einum opnum búskapi sum Før­oy­um er treytað av okkara kapp­ing­­ar­føri mótvegis øðrum londum, og vit eru – um vit vilja tað ella ei – í harðari kapping við onnur lond um inntøkurnar og harvið væl­ferðina.
Vit eiga eisini at gera upp við okkum sjálvi, um vit ynskja eina statsdrivna ella eina marknaðar­drivna javnstøðu. Skal javnstøðan – sum nú – í høvuðsheitum berast fram gjøgnum økt skattatrýst? Ella skal javnstøðan heldur berast fram av at kvinnur í størri mun gerast váðafýsnar á privata arbeiðsmarknaðinum? Hetta kann vera ein provokerandi mótsetn­ing­­ur, tí harvið verður javn­støðu­kjakið møguliga eitt kjak um javnað kontra framburð, og tað kann um nakað skapa split í javn­støðustrembanini.
Um man ynskir eina marknaðar­drivna javnstøðugongd, so er neyð­ugt at menna kvinnulig talent innanfyri allar vinnur – her er upp­lýsing og útbúgving ein av­­gerandi táttur. Um man hinvegin ynskir eina meiri statsdrivna javn­støðugongd, so eru vit á rættari leið. Vit hava í dag ein stóran, al­mennan umsorganargeira, ið hevur gjørt konufólk meiri aktiv á arbeiðsmarknaðinum. Frá at veita ólønta umsorgan í heimunum, fáa kvinnur nú løn fyri at veita um­­sorgan.
Góðu tíðindini eru undir øllum umstøðum, at arbeiðsfrekvensurin hjá kvinnum eftirhondini er kom­in heilt upp á 48,5%, ið harvið ger, at javnstøða væl og virðiliga er rokkin. At inntjeningin sum áður nevnt ikki heilt fylgir við er so ein onnur søk.
Eisini javnstøða á botninum
Tað finnast ymiskar frágreiðingar um hví kvinnur hava lyndi at velja tey tryggu og fleksiblu størvini í tí almenna – serliga innanfyri um­­sorganarvinnur og uppalingar­vinnur. Eg skal ikki fara niður í lív- og sálarfrøðiligar grund­gev­ingar her, men einans staðfesta, at kvinnur og menn hava ymiskt for­hold til samfelagið.
Valið hjá hvørjum einstaklingi er í sjálvum sær við til at skapa akkumuleraðar ymiskleikar mill­um kynini. Faktum er, at kynini eru ymisk, og hetta hevur helst nógv meiri at gera við mentan (herundir sjálvundirkúging) enn við aktiva undirkúging, ið verður framd av »óreinum, maskulinum antagonistum«.
Vit eiga av røttum at spyrja, um kvinnur ikki áttu at tikið seg um reiggj heldur enn at grenja um undirkúging.
Hví skulu kvinnur krevja sæti í privatum nevndum innanfyri fram­­leiðslu- ella flutningsektorin, tá tær ikki skoyta um størvini nið­ast í hesum sektorunum? Áðr­enn kvinnur kunnu krevja javnrætt inn­an fyri privatar leiðslur og nevnd­ur, kundi tað verið eitt hug­skot at uppbygt eina javnari kvinnu­­liga umboðan heilt frá í neðra og upp.
Sum nú er hava kvinnur ein semi-sosialistiskan vinkul upp á samfelagið – tað er gjøgnum tað almenna, at sigrarnir skulu vinn­ast, og gjarna frá í erva og niður. Hetta er sjálvandi ein møguleiki, men eftir mínum tykki er tað iva­samt hvussu gagnlig hendan stra­tegi í grundini er.
Sjálvandi er tað í lagi at promo­vera kvinnur í politikki og annars at styrkja støðuna hjá kvinnum innanfyri almenna sektorin. Men javnstøðuhugtakið átti at verið breitt út til eisini at styrkt dis­kursivu og praktisku fatanina av, at kvinnur eisini kunnu – og eiga at – átaka sær váða og harvið ger­ast ein partur av privatum vinnum. Hetta er truplari, tí privati sek­tor­urin ikki sum almenni sektorurin kann regulerast til størri javnstøðu, men onkursvegna er tað hálv­hjart­að – fyri ikki at siga óseriøst – ikki eisini at foku­sera á privata sektorin.
Liberalistisk ella sosialistisk javnstøða?
Tað finnast í høvuðsheitum tveir hættir at tala fyri javnstøðu. Tann eini er tann liberalistiski, ið sigur, at kvinnur – ella aðrir bólkar – ikki skulu forðast í at gera tað teim­um lystir í samfelagnum. Tann seinni er tann sosialistiski – reyðsokkafeministiski – ið sigur, at kvinnur – ella aðrir bólkar – beinleiðis skulu hjálpast at gerast javnbjóðis partar av samfelagnum. Onkuntíð verða hugtøkini javn­rætt­ur og javnstøða nýtt til at skilja millum hesar báðar týðning­arnar.
Tekur man eitt liberalistiskt sjón­armið, so skal tað vera upp til kúgaðu bólkarnar at reisa seg í mun til aðrar bólkar. Við at ar­­beiða seg upp úr neðra, kann man arbeiða seg upp úr ongum og ger­ast nakað stórt. Í praksis merk­ir hetta ikki, at øll skulu metast líka, men at eingin skal vera fyri mis­muni vegna ósakligar grund­gev­ingar – t.d. húðarlit, átrúnað, kyn o.a. Í staðin fyri fordómar, tradi­tión og nepotismu, hugsar liberal­istiski javnstøðufortalarin um hvat fólk duga – ikki hvørji tey eru. Tað skal vera dugnaskapur, ið avger hvørji fólk røkka hægstu sessunum í samfelagnum.
Tað at áseta kvotur fyri hvussu nógvar kvinnur skulu vera í privat­­um fyritøkum, er ein stór upp­­gerð við liberalistiska tanka­gongd og hinvegin ein sigur fyri sosialistiska tankagongd. Sostatt kemur ein ikki uttan um, at javn­støðukjakið eisini er eitt hug­sjónar­ligt kjak. Øðrumegin eru liberalistar og sosialistar, ið eru samdir um javnstøðumálið, men ikki um háttin at náa málinum. Hinumegin eru tey javnstøðu-konservativu, ið per definitión ikki ynskja javnstøðu.
Niðurstøða
Oddasetningurin var: »Um kvinn­ur skulu hava ávirkan innanfyri privat vinnulív, so mugu tær eisini hava eitt meiri ambitiøst starvsval, ið gevur teimum førleikar til pri­vat­ar oddasessir«. Men um hetta skal vera satt, er neyðugt at leggja seg á eitt liberalistiskt javn­støðu­hugtak. Hevur man konservativ ella sosialistik sjónarmið, kann útsøgnin helst ikki nýtast til nakað serligt, tí so er man antin ósamdur við málið ella metoduna.
Undir øllum umstøðum má javn­støðukjakið eisini síggjast út frá einum hugsjónarligum sjónar­miði. Tað er grundleggjandi óseri­øst at diskutera javnstøðu, uttan eisini at avklára hvat slag av búskaparskipan vit skulu hava.