Tað verður ein ómetaliga stór avbjóðing at framskunda arbeiðið at gera Sandoyartunnilin.
Tað heldur Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum.
Hann heldur, at eitt boð kundi verið at gjørt Sandoyartunnilin beint aftan á, at Eysturoyartunnilin varð liðugur.
Hann staðfestir, at Løgtingið hevur lagt eina langtíðarætlan, har eitt høvuðsmál er, at hallið á fíggjarlógini skal vera burtur í 2016.
- Skal landið seta arbeiðið í gongd beinanvegin, skal peningur játtast á løgtingsfíggjarlógini.
- Men tað ber ikki til at fara undir Sandoyartunnilin í 2015 og samstundis røkka málinum um, at hallið á fíggjarlógini skal verða burtur í 2016.
Samstundis vita vit eisini, at onkar íløgur, eitt nú skúladepilin í Marknagili, verða nógv dýrari enn mett.
Kári P. Højgaard sigur, at skal farast undir Sandoyartunnilin í 2015, er tískil einasti møguleiki at útseta aðrar íløgur, sum standa í langtíðar íløguætlanini hjá samgonguni.
Og tað heldur hann, verður eitt tungt hoyggj at draga.
- So skal øll íløguætlanin gerast av nýggjum og politisk semja fáast um tað, sigur hann.
Og hann veit ikki, um tað yvirhøvur letur seg gera.
Hann heldur, at eitt boð kundi verið, at Eysturoyartunnilin verður gjørdur fyrst, men tað skal vera sum ein privat verkætlan, sum verður fullkomiliga óheft av landskassanum.
- Síðani kundu vit hildu fram og gjørt Sandoyartunnilin beint aftan á, ímeðan útgerð, arbeiðskraft og serfrøðin var í landinum kortini, heldur hann.
Rentan kann hækka
Kári P. Højgaard sigur, at tað ber til at taka lán. Men gera vit tað, kann tað fáa avleiðingar fyri okkara metingarvirðið uttanlands, -ratingin- kann versna og tað kann føra til, at rentan hækkar.
Hinvegin ásannar Kári P. Højgaard, at er politiskur meiriluti fyri tí, kann Løgtingið sjálvandi samtykkja, hvat tað skal vera.
- Tað ber eisini til at økja almennu íløgurnar og tað ber eisini til at taka lán. Men alt hevur sínar avleiðingar í hinum endanum. Tær avleiðingarnar kunnu vera, at aðrar íløgur mugu útsetast, ætlanin um javnvág á fíggjarlógini í 2016 má sleppast, ella vit taka lán og rentubyrðan økist og skuldin veksur aftur.
- Og samstundis krevja summir politikarar, at tað skal vera ókeypis at koyra ígjøgnum Vágatunnilin og Norðoyatunnilin, tá ið teir eru goldnir.
- Verður politisk undirtøka fyri tí, skulu nógvar milliónir afturat útvegast til rakstur og tað fer at tyngja raksturin av samferðslukervinum enn meiri og at gera tað enn torførari at finna fígging til nýíløgur.
Eitt gott stig
Fyribils er semja um at seta eina nevnd við umboðum fyri allar flokkar og Janusi Rein, uttanflokstingmanni.
Í heyst skal tann nevndin koma við uppskoti um, hvussu ætlanin um Sandoyartunnilin kann fremjast.
Landsstýrismaðurin heldur, at hetta er eitt gott stig, tí tað fer at geva politikarum eitt betri grundarlag at taka støðu eftir.
Fyribils ætlar hann sær kortini at halda seg til tað semju, sum er gjørd.
- Men verður politisk undirtøka fyri onkrum øðrum, hava vit tað at halda okkum til, sigur Kári P. Højgaard.
Men er tað ikki eisini ein møguleiki at leggja allar tunlarnar í eitt felag og brúka inntøkurnar frá Skálafjarðartunlinum, Eysturoyartunlinum og Norðoyatunlinum til at fíggja Sandoyartunnilin og aðrar verkætlanir við, soleiðis sum politikarar úr andstøðuni hava skotið upp.
Nei, tað er tað ikki. Løgtingið hevur samtykt eina lóg sum sigur, at Eysturoyartunnilin skal leggjast í eitt privat felag. Og tað er heldur ikki politisk undirtøka fyri, at leggja allar tunlarnar í eitt felag, so í veruleikanum er støðan rættiliga greið.
LES EISINI GREININA: Kunnu spara 100 milliónir