Fyrst brúgv um Sandá

Bogi Andreasen, býráðslimur
-----

Tað er beista óheppið, at meirilutin í Tórshavnar býráð nú hevur flutt 2 mió kr av játtanini til brúgv um Sandá til aðrar íløgur.
Sum formaður í Byggi- og býarskipanarnevndini arbeiddi eg saman við hinum nógv fyri at gera brúnna um Sandá ella í hvussu at fara undir hana í hesum valskeiðinum.
Argjafólk úti á ‘gomlu’ Argjum, uppi á Hamrinum og Undir Kongavarða hava leingi lisið og biðið eftir einari alternativari (ovaru) íbinding millum Argir og Havnina.
At nýggi vegurin varð gjørdur fyri 10-tals miljónir úr Reynsgøtu niðan á Hamaran hevði nakað við Barnagarðin, nýggja Argja Skúla og tey skjótt túsund fólkini, sum búgva og arbeiða har uppi, at gera. Meiri og nýggj bygging er eisini á veg.
Men tíverri kemur fíni vegurin ikki so væl við, sum hann eigur, fyrrenn nýggja brúgvin verður gjørd um Sandá við íbinding í Velbastaðvegin og Vestara Ringveg.
Tað sigur seg sjálvt, at øll Argjafólk hava hart fyri neyðini at sleppa millum hús, skúla, barnagarð og arbeiði eftir tveimum leiðum og ikki sum higartil eftir bert tí einu gomlu leiðini oman í Sandágerði og eftir gomlu brúnni.
Fínt, um tey skulu á Vestara keiøki ella oman í gomlu Havnini. Men langt ífrá nóg gott og alt ov drúgt, um tey skulu koyra millum Argir og vestara og ovara býarpart ella til Hoyvíkar og longri.
Tað er ein sannroynd, at soleingi Argja- og Havnarfólk noyðast at troðka seg ígjøgnum ‘fløskuhálsin’ eftir gomlu brúnni, tekur alt ov langa tíð at koyra hjá teimum flestu, serliga í meldurtíð.
Er jarðarferð á Argjum ella í Havn, er tað ein torturur av sleppa ígjøgnum við bili, soleingi bert ein vegur og brúgv er.
Tað einasta rætta og neyðuga er at gera nýggja brúgv um Sandá og nýggjan veg oman fyri Kirkjugarðin alt fyri eitt. Kom so! Har er einki at bíða við.