Mestsum av tilvild fann danska løgreglan fram til hesar menn, av tí at ein av teimum var við í einum ferðsluóhappi í Lyngby í 1989. Í bilinum vóru skjøl, sum avdúkaði hvørjir yvirgangsmenninir vóru. Teir komu fyri rættin og fingu langar fongsulsrevsingar.
Í fjølmiðlasamrøðuni í Berlinske tidende 19. mars, greiðir Bo Weymann frá:
»Tað, sum skundaði undir meg var, at eg arbeiddi beinleiðis ímóti mótstøðumanni mínum, Ísrael.«
Hesin danski yvirgangsbólkurin arbeiddi saman við Baader-Meinhoff bólkinum í Týsklandi og Reyðu Brigadunum í Italia. Stóru upphæddirnar, ið fingust til vega við ymsu ránunum, fóru til palestinska yvirgangsfelagsskapin PFLP. Bo Weymann segði eisini frá, at hann granskaði bløð og tíðarrit fyri at finna nøvnini á fólki, sum stuðlaðu Ísrael, og sendi hesi nøvn til palestinska yvirgangsfelagsskapin PFLP.
Nú steig so hesum Bo Weymann fram hendan marsdagin í 2009 og segði sannleikan um sítt lív og um yvirgangsfelagsskapin, sum hann var ein partur av. Hetta ber okkum boð um hvussu djúpt hatrið til Ísrael kann vera, at sjálvt ein av donsku løgreglumonnum varð dripin av egnum landsmonnum, fyri at fremja hesa hatsku sak, sum av limunum í yvirgangsfelagskapinum nú hevur avdúkað. Ein slík avdúking er sera kærkomin í hesi haturstíð móti Ísrael.










