Rio Ferdinand var í 2002 dýrasti verjuleikari í heiminum, tá Manchester United keypti enska landsliðsleikaran úr Leeds fyri gott og væl 300 milliónir krónur. Rio Ferdinand tænti eisini væl fyri enska felagið, har hann í nógv ár var millum lyklaleikararnar á nógv vinnandi Manchester United liðnum.
Í 2015 gavst Rio Ferdinand at spæla fótbólt, eftir at hann hevði roynt seg í heldur miseydnaðum uppihaldið hjá Queens Park Rangers.
Síðani tá hevur Rio Ferdinand fyri tað mesta roynt seg sum viðmerkjara hjá ensku sjónvarpsrásini BT Sport, men nú skiftir fyrrverandi enski fótbóltsspælari av álvara vinnugrein.
Í samráð við Betfair, er Rio Ferdinand nevniliga byrjaður at royna seg sum boksari, har hann ætlar at gerast fulltíðar boksari.
- Boksing er ein frálík ítróttargrein. Eg havi altíð havt áhuga fyri boksing, og hendan avbjóðingin er ein góður møguleiki hjá mær at vísa, hvat ber til. Eg taki avbjóðingina í álvara, og eg trúgvi uppá at eg kann fara at boksa professionelt, sigur Rio Ferdinand við enska blaðið DailyMirror.
Og sambært boksi venjaranum hjá Rio Ferdinand, Richie Woodhall, sum er fyrrverandi boksari, eru útlit fyri at Rio Ferdinand kann fara at boksa professionelt.
- Um eg skal siga tað heilt erligt, trúgvi eg at Rio Ferdinand kann fara at boksa professionelt, um hann fær eitt sindur av tíð at byggja seg upp. Hann hevur óvanliga nógva styrki í sínari høgru hond, er væl fyri kropsliga og er sera lættur at læra. Tí trúgvi eg ógvuliga nógv uppá hann, sigur Richie Woodhall.
Rio Ferdinand er 38 ára gamal, og fyllir í november 39 ár.