Leygardagin 27. september var samkoma fyri fyrrverandi útsetar, ið høvdu sína gongd í Kristnastovu í Keypmannahavn og komu har til møti og onnur tiltøk, meðan tey vóru í Danmark í lestrarørindum ella fingu sær aðra útbúgving.
Samkoman byrjaði kl. 11.00 við at Terji á Lakjuni í Fuglafirði, vegna samkomuna í Siloa, beyð øllum at vera vælkomin.
Síðan greiddi Henry Olsen, sum leiddi dagin, frá skránni fyri dagin. Susan og Øssur Berghamar, leiðarar í Kristnastovu, byrjaðu við at siga nakað um upprunan til verkið í Kristnastovu.
Har var annars nógv ymiskt á skránni, so sum felagssangur og fyrrverandi útisetar sungu í smærri bólkum. Eisini varð greitt frá, hvussu tað var at vera útiseti í teimum ymisku tíðarskeiðunum frá 70-unum til aldarskiftið. Tey sum greiddu frá vóru: Marjun Poulsen, úr Havn, Dagny Tróndheim, úr Klaksvík, Høgni Hansen úr Fuglafirði, og Kristian Hansen, úr Klaksvík.
Andrew Berghamar, sonur Susan og Øssur, segði frá, hvussu tað var at vera barn og vaksa upp í Kristnastovu.
Símun Pætur á Torkilsheyggi og Poul Jóhan Djurhuus, sum í fleiri førum hava hjálpt til í Kristnastovu, greiddu frá ymiskum hendingum har niðri. Samrøða var við Jóannes Hansen um sjónvarpsendingina "Sjónarringurin", sum Kristnastova stóð fyri í áttatiárunum og varð sædd av nógvum útisetum. Prát var eisini við Jóhan Restorff, sum hevur verið í Kristnastovu-nevndini síðani byrjan. Nógv annað áhugavert kom fram henda dagin, har eisini góða veðrið setti sín dám á.
Ymisku tíðarskeiðini
Myndir, ið vórðu tiknar gjøgnum hetta 30 ára tíðarskeiði, vórðu vístar á stórskýggja.
Tá tað leið móti endanum greiddi Øssur Berghamar frá tí sum hevði eyðkent hesi farnu 30 árini fram til dagin ídag.
Sjeytiárini fingu yvirskriftina "Ein avbjóðing í einari uppreistrartíð": Tey árini vóru merkt av tí mótmælisanda sum sokallaða 68-generatiónin hevði skapt og ávirkaði nógvar lesandi føroyingar.
Áttatiárini fingu yvirskriftina "Virksemið veksur og flokkurin við". Hesi árini vaks virksemið nógv, og flutt varð í nýggju Kristnastovu í 1979.
Nítiárini fingu yvirskriftina "Ein lívd í kreppuárunum". Hesi árini var Kristnastova kanska serliga ein andalig lívd hjá mongum føroyingum, sum vóru komnir til Danmarkar í kreppuárunum.
Nýggja øldin fekk yvirskriftina, "Nýggj øld við nýggjum avbjóðingum"
Ein tíð við góðum minnum
At enda talaði Klæmint Eliasen, búsitandi í Fuglafirði, um týdningin av at spyrja seg sjálvan, hvar ein er staddur nú. At vit mugu støðugt rætta okkara andaligu kumpass, soleiðis at vit vissa okkum um, at vit eru á rættari leið.
Eini 180 fólk vóru við til hesa samkomuna - og við sær høvdu tey eini 50-60 børn. Meðan tey vaksnu vóru í Siloa, vóru børnini í Mentunnarhúsinum, sum er hinumegin gøtuna, og har varð skipað fyri ymiskum til undirhalds.
Tiltakið endaði kl 19.00. Fyrrverandi útisetarnir var væl umboðaður av fólki, sum høvdu verið niðri í Danmark í teimum ymisku tíðarskeiðunum - og fegin um at fáa høvi at vera saman aftur og minnast aftur á eina farna tíð við nógvum góðum minnum.









