-Eg skilji ikki, hvat teir hugsa um. Eg havi ongantíð vitað, at síðan skal leggjast upp ímóti vindinum og tað havi eg ongantíð roynt. Eg havi altíð lært, at skipið skal leggjast upp ímóti vindinum.
Í viðtalu við Sosialin í gjár, vísti skiparin á Norrönu óeydnisdagin 15. januar, Ólavur Hovsgarð, staðiliga aftur, at hann hevði borið seg skeivt at, tá hann kom við Norrönu inn á Havnina.
Í frágreiðingini um óhappið á Norrönu kemur Skipaeftirlitið eftir at Ólavur Hovsgarð ikki skuldi lagt stýriborðssíðu til vindin við at snara á bakborð, tí snaringin økti ferðina hjá skipinum, og vindmegin gjørdist tann størst møguliga, tá skipið kom at liggja tvørs av vindinum.
Saman við, at Ólavur gjørdi av, at sigla innanfyri russisku skipini í Nólsoyarfirðið, heldur Skipaeftirlitið, at skiparin, við leggja stýriborðssíðu til vindin, gjørdi sítt til óhappið 15. januar.
Fyrrverandi skiparin á Norrönu, Meinhard Petersen, er ikki samdur við úrskurðinum hjá Skipaeftirlitinum um, at Ólavur Hovsgarð bar seg skeivt at 15. januar. Í sínum viðmerkingum til frágreiðingina um óhappið á Norrönu sigur Meinhard Petersen:
"Fyri at skipið ikki skal reka á bakborð, so má ein geva hart bakborðs róður og bógskrúvuna fulla kraft til stýriborð, samstundis sum ein skal bakka við bakborðs skrúvu og fram við stýrisborðsskrúu, soleiðis at skipið ikki fær ov nógva ferð frameftir. Hetta má gerast soleiðis at bakborðssíða aftan ikki skal svinga inn í tað reyðu innsiglingsboyuna og harvið fáa skaða ella taka í grótkastið".
Niðurstøðan hjá Meinhardi Petersen gongur beint ímóti uppáhaldinum hjá Skipaeftirlitinum. Meinhard Petersen heldur ikki tað hevði verið rætt at bakka við stýriborðsskúvuni og silgt fram við bakborðsskrúvuni, sum Skipaeftirlitið annars mælir til í frágreiðingini um óhappið 15. januar.
Cítat:
"Um bakkað varð við stýriborðsskrúvu, silgt varð fram við bakborðsskrúvu, róðrið hart stýriborð, hevði borið væl til at fáa skipið upp ímóti vindinum og at sigla inn í Tórshavnar havn"
Frágreiðingin hjá Skipaeftirlitinum
" Skiparin roynir at leggja stýriborðssíðu til vindin við at seta ferð fram á stýriborðsmaskinur og bakka fulla ferð við bakborðsmaskinum,samstundis sum róðrið verður lagt hart bakborð og bógskrúvurnar trýsta fulla kraft á stýriborð".
Ólavur Hovsgarð á brúnni 15. januar