Fyrrverandi reiðarin er nú aftur skipaeigari

- Jú, hetta verður spennandi, og eg gleði meg at fara undir vinnuligt virksemi aftur, sigur Ólavur Petersen, sum saman við konu síni, Kathrinu hevur keypt trolbátin, Gáshøvda av Viðareiði

Fiskivinna

Trolbáturin, Gáshøvdi, sum P/F Kneysur á Viðareiði læt byggja í Íslandi í 2003, skiftir nú eigara og heimstað. Útgerðarmaður á Viðareiði hevur verið Kári Kallsberg, sum saman við bróðuri sínum, Hans Jákupi og systkinabarninum, Gunnari Kallsberg, hava átt felagið, sum stóð aftanfyri trolbátin.
Gáshøvdi verður nú heimahoyrandi í Sørvági, og nýggi eigarin er felagið, P/F Húsadalur, sum fyrrverandi reiðarin hjá P/F Vesturvón, Ólavur Petersen og kona hansara, Kathrina Petersen, eiga.
Tá ið P/F Vesturvón varð selt, helt ein langur og áhugaverdur kapittul í lívinum hjá Ólavi uppat.
Men tað var bara fyribils.
Ólavur hevði tá verið stjóri og reiðari í P/F Vesturvón heilt síðan 1988, og hann duldi ikki fyri, at tað ikki var við hansara vilja, at stóra og skapandi virksemið hjá felagnum í Sørvági varð selt av oynni.
Tá ið virksemið hjá P/F Vesturvón í Sørvági helt uppat, stovnaðu Ólavur og Kathrina felagið, P/F Húsadalur.
Tað verða Ólavur sjálvur og sonurin, Arnjohn Hvítklett, sum fara at taka sær av rakstrinum av Gáshøvda.

Í gongd aftur
- Eg havi alla tíðina ætlað mær í gongd aftur, síðan virksemið hjá P/F Vesturvón í Sørvági helt uppat. Havi ligið fram við og hugt eftir skipum, eisini eftir partrolarum. Nú beyðst so møguleikin at keypa Gáshøvda  og vit tóku av, sigur Ólavur.
Hann vísir á, at P/F Húsadalur hevur keypt felagið, P/F Kneys, men talan verður bert um trolbátin, sum kemur við í keypinum.
Sáttmálin millum partarnar varð undirskrivaður mánadagin, og tá ið Ólavur og konan, sum í løtuni eru uttanlands, koma aftur, verður skipið yvirtikið.

4-5 mans við
Ólavur Petersen sigur, at eingin av manningini, sum er umborð á Gáshøvda í dag, fylgir við skipinum til Sørvágs, og soleiðis fer P/F Húsadalur at finna fólk til skipið, nú tað skiftir heimstað.
- Einir 4-5 mans verða við Gáshøvda, sum nú í summar trolar á landleiðini.
Maðurin, sum aftur er vorðin reiðari og skipaeigari, sigur, at felagið enn ikki hevur hugsað um, hvussu og hvar fiskurin, sum skipið kemur at føra til lands, verður seldur.
- Men tað fer at koma, leggur hann aftrat.
Umframt virkini í Vágum, er eisini Landingarmiðstøð í Sørvági.

Gleðir seg
- Jú, hetta verður spennandi, og eg gleði meg rættiliga at fara undir vinnuligt virksemi aftur.
Spurdur, um hugsandi er, at P/F Húsadalur fer at keypa fleiri skip, sigur Ólavur:
- Tað dugi eg ikki at siga í løtuni. Beint nú stendur fyri framman at fáa hetta virksemið í gongd, sigur fyrrverandi reiðarin og stjórin í P/F Vesturvón.
Hann hevur góðar vónir um, at raksturin hjá Gáshøvda fer at bera seg.
- Hetta er eitt nýtt skip, sum brúkar lutfalsliga lítla olju. Fiskidagarnir eru ikki so nógvir, men møguleiki er eitt nú at keypa dagarnar frá partrolarum, sum kunnu umroknast til okkara dagar, sigur Ólavur Petersen.
Partarnir eru samdir um ikki at upplýsa prísin fyri trolbátin.