Fyrrverandi málverji deyður

Fyrrverandi málverji, ið hevur spælt móti føroyska landsliðnum, andaðist í gjár 47 ára gamal

Fyrrverandi kekkiski landsliðsmálverjin, Pavel Srnicek, sum nokk er best kendur fyri sína tíð í enska felagnum Newcastle, andaðist í gjár, 47 ára gamal.

 

Pavel Srnicek small brádliga um við hjartastoppið fyri tíggju døgum síðani, tá hann var úti ein rennitúr í Kekkia. Hann hevur síðani ligið í koma á einum sjúkrahúsið í Kekkia, men í gjár orkaði fyrrverandi málverjin ikki meir.

 

Pavel Srnicek stóð í 1997 í kekkiska málinum, tá Kekkia á Svangaskarði vann 2-0 móti Føroyum. Málini fyri Kekkia í tí dystinum skutu Vladimir Smicer og Pavel Kuka.