Fyrrverandi løgregluovasti borgarstjóri í New York

Eric Adams var sum ungur fyri løgregluharðskapi. Nú skal demokraturin leiða New York City.

 

Demokraturin Eric Adams hevur vunnið borgarstjóravalið í New York City í dag. - Foto: Ed Jones/Ritzau Scanpix

Demokraturin Eric Adams vann sum væntað borgarstjóravalið í New York City í dag.

– Til stuðlar okkara, sjálvboðin og fortalarar við øllum uppruna, trúarættum og úr øllum herðashornum í New York City: Eitt djúptøkin tøkk fyri at vera partur av liði okkara, skrivar Adams á Twitter.

– Í køvld hátíðarhalda vit tað – tí í morgin byrjar veruliga arbeiði, leggur hann afturat.

61 ára gamli Adams hevur síðani 2014 verið forseti í lokalstjórnini í New York býarpartnum Brooklyn.

Hann fór til val við lyftum um at økja trygdina og vera røddin hjá arbeiðaraklassanum.

Hann hevur royndir sum fyrrverandi løgreglustjóri í New York og sum svartur maður, sum í ungum árum var fyri løgregluharðskapi.

Eric Adams vaks upp undir trongum korum í Brooklyn. Eftir at hava verið bankaður av løgregluni gjørdi hann av at broyta løgregluna innanifrá.

Hann arbeiddi í løgregluni í 22 ár, áðrenn hann fór upp í politikk. Fyrst fyri Demokratarnar, so fýra ár fyri Republikanararnar og so aftur til Demokratarnar.

Sum demokratiskt valevni hevði Adams frammanundan góðar møguleikar fyri at vinna á republikanska borgarstjóravalevninum, Curtis Sliwa, á valinum í dag.

Í New York City eru skrásettir fleiri enn seks ferðir so nógvir demokratiskir veljarar sum republikanskir.

Eric Adams verður harumframt bara annar svarti borgarstjóri í New York.

Tann fyrri var David Dinkins, sum var borgarstjóri frá 1990 til 1993.

Eric Adams tekur yvir borgarstjórastarvið í størsta býnum í USA 1. januar eftir floksfelagan Bill De Blasio, sum hevur sitið tey átta árini, hann kann sita í starvinum.

Nýggi borgarstjórin stendur fyri eini stórari endurbyggingaruppgávu í kjalarvørrinum av koronufarsóttini.

Samstundis stendur Adams fyri fleiri stórum avbjóðingum so sum vøkstur í tali av skottilburðum, eini vaskandi gjógv millum rík og fátæk, eini skúlaskipan við avbjóðingum og bústaðatørvi.

/ritzau/Reuters

 

Demokraturin Eric Adams hevur vunnið borgarstjóravalið í New York City í dag. - Foto: Ed Jones/Ritzau Scanpix