Fyrrverandi leiðari sagt seg úr starvi

Fyrrverandi leiðarin á bústovninum á Mýruni hevur sagt seg úr starvi

Umstríddi leiðarin á bústovninum á Mýruni hevur sagt seg úr starvi. Sambært útvarpinum hjá Kringvarpinum vilja hvørki leiðarin sjálvur ella stjórin í Nærverkinum, Mary í Garði, vátta ella avsanna tíðindini. Men útvarpið hjá Kringvarpinum sigur seg vita tað frá fleiri keldum.


Leiðarin varð fluttur í annað leiðandi starv á einum bústovni í Sørvági, meðan løgreglan framvegis kannar um hann skal ákærast fyri ein tilburð av harðskapi móti einum búfólki á Mýruni, sum hann er meldaður fyri. Nærvarpið kannar eisini málið, tá eitt búfólk breyt mjødnina. Harumframt er Pedagogfelagið, millum annað við einari kæru móti Nærverkinum til Umboðsmannin, tí felagið metir, at Nærverkið hevur drálað í málinum.