Fyrrverandi løgtingsmaðurin Agnar Nielsen deyður

Agnar Nielsen, fyrrverandi løgtingsmaður í Vestmanna, andaðist í gjár, 91 ára gamal.

Agnar Nielsen var føddur í Vestmanna 6. november í 1928. Hann var sonur Sannu Aagaard úr Leirvík og Jens Nielsen í Vestmanna.

Agnar giftist Lilly, fødd Poulsen úr Vági. Fýra ár eftir, at hon doyði, giftist hann aftur við Klaru, sum búði í Havn, ættað úr Porkeri.

Hann varð valdur á ting fyri Sambandsflokkin í Norðstreymoyar valdømi á valinum í 1970 og sat á tingi næstu seks løgtingsskeiðini í 20 ár út í eitt til 1990, tá hann gavst í politikki.

Agnar var útbúgvin Skipstimburmaður í 1949 og starvaðist sum bedingsmeistari í Vestmanna árini 1958 til 1965. Hann var kavari frá 1966 til 1972, og var stjóri á Vestmanna Skipasmiðju frá 1972 til 1981.

Agnar Nielsen gjørdist løgtingsformaður, tá samgonga varð skipað millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Tjóðveldisflokkin í mars 1989 til løgtings valið í 1990, tá hann gavst í politikki.

Agnar Nielsen sat eisini í Vestmanna bygdarráð frá 1997-2000.

Agnar Nielsen var abbabeiggi Bárð Nielsen, løgmann, sum er abbasonur bróðurin Sigurd Nielsen.

Jarðarferðin verður úr Vestmanna kirkju mikudagin 6. mai kl. 13:00.

Jarðarferðin verður stroymd á vestmannakirkja.fo, og víst á stórskíggja á kai-økinum. Í kirkjuni verður jarðarferðin fyri familjuni.

Tey, ið vilja lata blómu ella krans, kunnu lata Vestmanna kirkju eina peningagávu.

Niðanfyri sæst samrøða við Agnar Nielsen, sum var í Sosialinum 12. oktober í 2018.

TRÝST HER fyri lesa greinina

##med2##