Fyrrverandi kona Pidda vitnar í morgun

Í morgun klokkan 9.15 varð drápsmálið um Dánjal Petur Hansen, vanliga róptur Piddi, tikið uppaftur í Føroya Rætti.

Í morgun er tað fyrrverandi kona hansara, sum skal vitna. Hon var tinglýstur eigari á ognini, sum Piddi búði í, tá hann sambært ákæruvaldinum varð dripin og burturbeindur.

Ákæruvaldið heldur uppá, at ein avgerandi liður í motivinum hjá tí ákærda var, at hann og unnustan skuldu yvirtaka húsini á Gerðisvegi 34 í Saltangará.

Eitt, sum ákæruvaldið fer at spyrja fyrrverandi konu Pidda um, er, hvussu út sá í húsunum, tá hon og ákærdi á middegi dagin eftir fóru inn í húsini - og sambært ákærda eisini annan dagin eftir.

Hin 33 ára gamli, sum er ákærdur í drápsmálinum, noktar seg sekan í øllum ákærum og sigur seg ikki hava dripið og beint fyri Dánjal Peturi Hansen.

Portalurin hevur fólk í rættarhølunum í morgun, og vit fara at fylgja málinum, sum dagurin gongur.