Fyrrverandi KÍ-ari í sponskum fótbólti

Tað skrivar mess.fo, sum hevur tíðindini frá heimasíðuni hjá nýggja felagnum hjá Rodrigo.

 

SD Huesca eitur nýggja felag hansara og tað liggur nummar 13 í næstbestu sponsku deildini, eftir at felagið flutti upp fyri tveimum árum síðani.

 

Eftir at hava spælt við KÍ í 2008, har Rodrigo gjørdi 11 mál fyri felagið, skifti brasiliumaðurin føroysku kappingina út við ukreinskan fótbólt, har hann spældi við FC Karpaty Lviv í bestu deildini har.

Nú er Rodrigo so at finna í sponskum fótbólti, og sambært heimasíðuni hjá SD Huesca hevur fyrrverandi KÍ-arin verið 22 minuttir á vøllinum, hetta tó uttan at fáa bóltin í kassan.