Fyrrverandi KÍ’ari søkti Toda

Fremad Amager spældi í dag týdningarmiklan dyst ímóti Slagels í donsku 2. Deild. Um Fremad Amager vannd ystin, og Roskilde samstundis tapti, kundi Fremad tryggjað sær uppflytingina til 1. Deild. Men Roskilde vann, og Fremad Amager tapti. Einasta málið í dystinum gjørdi fyrrverandi KÍ-álopsspælarin Dennie Conteh, sum skoraði við brotssparki eitt korter fyri tíð. Eingin føroyskur spælari spældi við hjá Fremad Amager.