Fyrrverandi italienskt stórfelag farið á húsagang

Leiðin er lang frá Serie A til Serie D

Í 1999 vann Parma UEFA Cup. Tá vóru tað leikarar sum Gianluigi Buffon, Lilian Thuram, Fabio Cannavaro og Hernan Crespo, ið myndaðu liðið. 

 

Í dag er støðan ein heilt onnur. Felagið hevur havt stórar fíggjarligar trupulleikar, og eisini endaði felagið aftast í Serie A og skuldi eftir ætlan spæla í Serie B komandi kappingarár. Men so verður ikki.

 

Í gjár varð nevniliga kunngjørt, at Parma er farið á húsagang. Tað merkir, at felagið má byrja av nýggjum í Serie D, sum er fjórðbesta deildin í Italia.

 

Helst gongur rúm tíð, áðrenn Parma aftur verður at síggja í nakrari evropeiskari finalu.