Viborg FF hevur í dag kunngjørt, at fyrrverandi spælarin í felagnum, Jan Larsen, er deyður 46 ára gamla. Hann hevur verið sjúkur í longri tíð.
Jan Larsen spældi í 2005 tveir dystir fyri HB í Champions League. Heine Fernandez var spælandi venjari í 2004, tá HB á 100 ára føðingardegnum vann greipuna. Árið eftir skal HB so spæla í Champions League.
Summarið fyri hevur stóra enska felagið, Liverpool, vunnið Champions League steypið í eini minniligari finalu, har teir vóru aftanfyri 3-0 móti AC Milan í hálvleikinum. Liverpool blívur bara nummar fimm í Premier League. Tí vinnur liðið sær ikki pláss í kappingini eftirfylgjandi.
Vanligt er tó, at vinnarin sleppur at verja heitið. Eftir nakað av samráðingum, so sleppur Liverpool við í Champions League, men má byrja í fyrsta undanumfari. Lutakastið ger, at HB skal spæla móti FBK Kaunas úr Litava, meðan Liverpool skal spæla móti TNS úr Wales. Vinnararnir av hesum dystunum møtast í 2. undanumfari.
Tí velur HB at styrkja liðið til júst hesar báðar dystirnar. Við sínum kontaktum í Danmark fær Heine Fernandez tveir spælarar, Martin Nielsen og Jan Larsen, at koma til felagið í tveir dystir. HB tapti fyrra dystin á Tórsvølli 4-2, og 4-0 í Litava.
FBK Kaunas spældi síðani móti Liverpool í 2. umfari, har Liverpool vann greitt.