Fyrrverandi Háborg landar á Havsbrún

Gongst, sum ætlað, kemur norski nótabáturin Gerda Marie, sum er fyrrverandi Háborg, á Fuglafjørð at landa mikudagin.

Hartvig Joensen á Havsbrún sigur, at Gerda Marie hevur boðað frá, at teir koma við umleið 1670 tonsum av svartkjafti.

- Skipið er fyrrverandi Háborg, sum Eiler Jacobsen í síni tíð læt smíða og sum eitt skifti var heimahoyrandi í Føroyum.

Hartvig Joensen vísir á, at nú írsku systirskipini, Brendelen og Father McKee, landa umleið 2000 tons av havgølti í dag, verður - um alt gongur sum ætlað - hetta ein góð vika hjá virkinum í Fuglafirði.

- Í fjør tóku vit ímóti tilsamans 55.000 tonsum av ráfiski, men higartil í ár eru vit longu farin um tey 20.000 tonsini, leggur hann aftrat.