Fyrrverandi franskur landsliðsspælari deyður eftir 39 ár í koma

Jean-Pierre Adams er deyður eftir at hava ligið í koma í 39 ár, siga fronsku feløgini PSG og Nimes.

 

Jean-Pierre Adams var føddur í Senegal, men náddi at spæla 22 landsdystir fyri Frankaríki. - Foto: Unknown/Ritzau Scanpix

Eftir meira enn 39 ár í koma er fyrrverandi franski landsliðsspælarin Jean-Pierre Adams deyður.

Tað upplýsa fronsku feløgini Nimes og Paris Saint-Germain, sum Adams millum annað umboðaði á yrkisleið síni.

Adams skuldi í 1982 undir eina skurðviðgerð í knænum, tá hann av misgávum fekk eina deyðiliga mongd av doyvingarevni, sum gav honum heilaskaða og sendi hann í koma.

Jean-Pierre Adams spældi umframt við Nimes og PSG eisini við Nice og Mulhouse á yrkisleiðini, sum umframt 22 dystir fyri franska A-landsliðið í tíðarskeiðnum 1972 til 1976.

– Vit eru í morgun kunnað um, at Jean-Pierre Adam er deyður, skrivar Nimes á Twitter og sendir eins og PSG samkensluheilsan til familjuna hjá Adams.

Adams varð føddur í Senegal, men fór sum 10 ára gamal til Frankaríki við ommu síni.

/ritzau/

 

##med2##

 

##med3##

 


 

 

Jean-Pierre Adams var føddur í Senegal, men náddi at spæla 22 landsdystir fyri Frankaríki. - Foto: Unknown/Ritzau Scanpix