Fyrrverandi fótbóltsstjóri fríkendur í Fifa-muturgølu

Manuel Burga úr Peru var í gjár fríkendur fyri ákærur um at hava tikið ímóti mutri í Fifa-málinum.

 

Ein dómstólur í New york fríkendi 60 ára gamla Manuel Burga fyri ákærur um mutur.

 

Tað skrivar AFP tíðindastovan.

 

Manuel Burga, sum fyrr hevur verið forseti í peruanska fótbóltssambandinum, var ákærdur í stórari muturgølu í altjóða fótbóltssambandinum, FIFA.

 

Manuel Burga hevur fyrr verið í høgum starvi í Fifa. Hann var skuldsettur fyri kriminella samansvørjing.

 

Sambært AFP hevði hann játtað at taka ímóti mutri, men hann náddi ongantíð at taka ímóti, tí hann samstundis var kannaður fyri mutur í heimlandinum.

 

Fríkenningin kemur fáar dagar eftir at dómstólurin í New York fann brasiliumannin José Maria Marin og Juan Ángel Napout úr Paraguay sekar í ákærupunktum um kriminella samansvørjing, hvítvasking av pengum og búskaparlig brotsverk.

 

Teir tríggir, harav tveir altso vórðu dømdir, hava allir eina fortíð sum fótbóltsforsetar í hvør sínum landi, og teir hava allir verið í høgum størvum í Fifa og í suðuramerikanska fótbóltssambandinum, Conmebol.

 

Allir tríggir vórðu ákærdir fyri at hava tikið ímóti milliónum av dollarum í mutri í sambandi við sølu av sjónvarpsrættindum til fótbóltskappingar.

 

Teir tríggir vórðu handtikini í eini antikorruptiónsaktión í Zürich í mai í 2015.

 

Hetta eru fyrstu persónar, sum eru settir fyri rættin í USA sum úrslit av kanninginum.

 

/ritzau/