Fyrrverandi forsetin setti

Tað mundi kennast sum ein heilt serlig løta hjá Jógvani Arge, tá hann setti EM-undankappingina í flogbólti, sum varð hildin á Hálsi um vikuskifitð.

Eitt er, at hesin heiðurin fall honum í lut sum varaborgarstjóri. Annað og helst meira var, at Jógvan sum fyrrverandi ÍSF-forseti sjálvur stóð við høvuðsábyrgdini, tá flogbólturin á sinni fekk sína altjóða viðurkenning. Ein viðurkenning, sum sambært Jógvani sjálvum er tann lættasta, sum hann hevur vitað um.

- Tað var soleiðis, at tað var ein dani, sum var skrivari hjá europisku flogbóltssamgonguni, tá hetta stigið varð tikið. Saman við táverandi flogbóltsdeildini innnan ÍSF høvdu vit arbeitt við málinum, og eftir at hava orðað eina umsókn fóru vit til Danmarkar á fund.

- Og tað var so eisini tað, sum skuldi til. Eftir fundin tók danski skrivarin sær fult og heilt av málinum, og sjálvir vóru vit ikki á nøkrum fundi aftur, fyrr enn altjóða viðurkenningin var veruleiki. So hetta gekk ígjøgnum í fyrstu royndini, sigur Jógvan um altjóða viðurkenningina hjá flogbóltinum.

Og undir setanini kundi hann so bara fegnast um, at tað nú hevur eydnast flogbóltinum at hýsa einum somikið stórum tiltaki.