Fyrrverandi peruanski forsetin, Alan García, skeyt seg seg sjálvaní morgun, tá løgreglan kom heim at handtaka hann í høvuðsstaðnum Lima.
Fyrrverandi forsetin er í koma og er innlagdur á sjúkrahúsi.
Tað upplýsir ein sjónvarpsstøð á staðnu, Channel America.
Sambært heilsmumálaráðharranum í Peru, Zulema Tomas, er støðan hjá Alan García »óguliga kritisk og ógvuliga álvarsom«.
Løgreglan kom heim at handtaka hann í sambandi við fleiri ákærur um mutur ímóti fyrrverandi leiðaranum.
69 ára gamli Alan García var fyrstu fer forseti í Peru frá 1958 til 1990. Hann hevur seinastu tíðina staðið á odda fyri suðuramerikanska landinum frá 2006 til 2011.
/ritzau/Reuters