Thaksin Shinawatra verður nýggjur eigari av enska fótbóltsfelagnum, Manchester City. Hetta gjørdist greitt í dag, tá ið felagið játtaði boð hansara áljóðandi 900 mió. kr. Hetta hevur felagið sjálvt alement váttað.
Keypið av felagnum hevur leingi verið í ætlanunum hjá Shinawatra, sum í septembur í fjør varð rikin úr forsetasæti sínum í Teilandi. Tað var herurin í Teilandi, sum rak fólkaræðiliga stýrisskipanina frá.