Fyrrverandi forseti ákærdur fyri mutur

Ákæruvaldið í Týsklandi hevur gjørt av at ákæra landsins fyrrverandi forseta Christian Wulff fyri mutur.

Wulff fór frá sum forseti í februar í fjør eftir at hava røkt ermbætið í 20 mánaðir, tí illgruni var um, at hann hevði tikið ímóti muturi, tá hann var forsætisráðharri í statinum Niedersachsen. Ákæruvaldið vildi vera við, at Wulff hevði havt persónligan og fíggjarligan vinning av tí góða sambandinum, sum hann hevði við vinnulívsmannin David Groenewold.

Fyrr í vikuni kom statsadvokaturin við einum uppskoti um semju í málinum, men bæði Wulff og Groenewold havnaðu tilboðnum. Tí skal málið nú fyri rættin í Hannover, men tað kunnu ganga mánaðir, áðrenn nøkur niðurstøða kemur haðani, skrivar DPA.