Fyrrverandi forseti handtikin

Gloria Arroyo, sum var forseti í Filipsoyggjunum frá 2001 til 2010, varð handtikin á einum sjúkrahúsi í høvuðsstaðnum Manila í dag, tí myndugleikarnir skuldseta hana fyri at hava framt valsvik á kongressvalinum í 2007. Sambært skuldsetingini skipaði hon so fyri, at nøkur av hennara valevnum fingu fleiri atkvøður, enn tey í veruleikanum høvdu fingið.

Reuters skrivar, at Gloria Arroyo ætlaði sær til Singapore fyrr í vikuni, men at myndugleikarnir steðgaðu henni á flogvøllinum. Sjálv segði hon, at hon skuldi hava viðgerð á einum sjúkrahúsi í Singapore, og tá hon bleiv tikin í dag, hevði hon nakkastuðul, skriva fjølmiðlarnir. Hon er tí framvegis á sjúkrahúsinum í Manila, men tað er løgreglan eisini.

Verður Gloria Arroyo dømd fyri valsvik, kann hon fáa lívlanga fongsulsrevsing.