Fyrrverandi forsetavalevnið Bob Dole deyður 98 ára gamal

Republikanarin Bob Dole, sum uttan eydnu tríggjar ferðir royndi at gerast forseti í USA er deyður 98 ára gamal.

 

Bob Dole vinstrumegin saman við fyrrverandi amerikanska forsetanum George Bush og konuni Barbaru Bush í 2004 (Arkivfoto). - Foto: Reuters/Reuters

Bob Dole, sum var senatorur í nógv ár og krígshetja, og sum millum annað stillaði upp ímóti Bill Clinton til forsetavalið í 1996, er deyður.

Tað upplýsir familja hansara og Elizabeth Dole-grunnurin í dag í tveimum tíðindaskrivum sambært amerikanska miðlinum NBC News.

– Tað er við tungum hjarta, at vit boða frá, at Robert Joseph Fole, senatorur, doyði tíðliga í morgun, meðan hann svar. Við deyða sínum – sum 98 ára gamal – hevði hann tænt USA trúfast í 79 ár, skrivar Elizabeth Dole-grunnurin á Twitter.

Grunnurin, sum er uppkallaður eftir konu Bob Dole, er ein stuðulsgrundur fyri »goymdar hetjur« – persónar, sum hjálpa amerikanskum veteranum.

Dole boðaði í februar frá, at hann hevði fingið staðfest lungnakrabba.

Bob Dole var fleiri áratíggju ein markantur persónur í Republikanska flokkinum og ein politikari við stórari ávirkan í Kongressini í Washington. Hann røkk tó ikki stóra dreyminum um at gerast amerikanskur forseti.

Hann varð føddur í Russell í Kansas og fór at lesa løgfrøði eftir at hava tikið studentsprógv. Hann var eisini tiltikin sum ein sera góður kurvabóltsspælari.

Lesturin var tó avbrotin av øðrum heimsbardaga, tá Dole í 1945 var álvarsliga særdur, tá hann var raktur av skoti í Italia. Hann var lamin frá hálsinum og niður, men fekk førleikan aftur.

Í 1960 steig hann inn á politiska pallin, tá hann varð valdur í Umboðsmannatingið í Washington. Har sat hann, til hann í 1968 varð valdur í Senatið. Men Dole vildi meira.

Bæði í 1980 og í 1988 royndi hann at gerast forsetavalevni hjá Republikanarunum, men tapti ímóti ávikavist Ronald Reagan og George H. W. Bush.

Í 1996 eydnaðist tað at gerast forsetavalevni. Dole var tó alla tíðina aftanfyri í veljarakanningunum í mun til sitandi forsetan, Bill Clinton, sum eisini megnaði at vinna sær enn eitt skeið í Hvítu Húsunum.

/ritzau/

 

 

 

Bob Dole vinstrumegin saman við fyrrverandi amerikanska forsetanum George Bush og konuni Barbaru Bush í 2004 (Arkivfoto). - Foto: Reuters/Reuters