Fyrrverandi forsætisráðharri á odda í finskum forsetavali

Yvir 44 prosent av finnum hava brævatkvøtt. Fyrstu úrsltini benda á eitt seinna valumfar við Stubb og Haavisto.

Konservativa forsetavalevnið, Alexander Stubb, og konan Suzanne Innes-Stubb, við valveitsluna í kvøld. Fyrstu úrsltiini benda á, at Stubb fer víðari til seinna valumfar um tríggjar vikur saman við liberala Pekka Haavisto. - Foto: Lehtikuva/Reuters

Fyrrverandi forsætisráðharrin í Finnlandi, Alexander Stubb úr konservativa Savningarflokkinum er á odda á forsetavalinum í Finnlandi í dag.

Tá 62 prosent av atkvøðunum vóru taldar hevði hann fingið 28,2 prosent av atkvøðunum.

Liberali Pekka Haavisto liggur sum nummar tvey við 25,6 prosentum.

Tað vísir uppteljingin sambært sjónvarpsstøðini Yle.

Tjóðskaparligi Jussi Halla-aho frá flokkinum Sannir Finnar hevur fyribils fingið 16,3 prosent av taldu atkvøðunum.

Størsti parturin av taldu atkvøðunum eru brævatkvøður. Men tær kunnu geva eina góða ábending um endaliga úrslitið, tí yvir 44 prosent at teimum, sum hava valrætt, hava atkvøtt við brævatkvøðu.

Tað er óvanligt stórur partur, sigur Yle.

Tað eru ikki almannakunngjørdar kanningar frá valstøðum. Valstøðini stongdu klokkan 18 okkara tíð.

Um einki valevni tryggjar sær minst 50 prosent av atkvøðunum, skulu tey bæði valevnini, sum fingu flestar atkvøður, í seinna valumfar. Tað verður 11. februar.

– Tað er nógv meira, enn eg tordi at trúgva uppá. Eg eri sera fegin og takksamur, sigur Stubb við Yle.

Haavisto, sum var uttanríkisráðharri í Finnlandi til ífjør, sigur, at hann væntar at fara víðari til seinna umfar.

– Hetta er eitt sera gott úrslit í fyrra umfari, og tað er langt niður til tey næstu, so eg haldi, at eg fari víðari til seinna umfar saman við Alexander Stubb, sigur hann við Yle.

Sitandi forsetin, Sauli Niinistö, hevur sitið í forsetasessinum síðani 2012. Hann kann ikki stilla upp aftur til enn eitt skeið.

Forsetin er týdningarmikil í Finnlandi. Og hevur fingið serligan týdning, eftir at Russland gjørdi innrás í Ukraina í februar í 2022, og Finnland í fjør gjørdist limur í Nato.

Fyri tað mesta er starvið hátíðarligt, men forsetin stendur eisini á odda fyri landsins uttanríkis- og trygdarpolitikki. Hann er hevur harumframt evstu ábyrgdina fyri verjudeildunum hjá Finnlandi.

Síðani Finnland gjørdist limur í Nato, umboðar forsetin eisini landið á fundum í verjusamgonguni.

Frammanundan var Alexander Stubb mettur sum favorittur at taka við eftir Niinistö.

/ritzau/

 

Konservativa forsetavalevnið, Alexander Stubb, og konan Suzanne Innes-Stubb, við valveitsluna í kvøld. Fyrstu úrsltiini benda á, at Stubb fer víðari til seinna valumfar um tríggjar vikur saman við liberala Pekka Haavisto. - Foto: Lehtikuva/Reuters