Fyrrverandi forsætisráðharri vitjar

Halldór Ásgrímsson, sum er fyrrverandi forsætisráðharri í Íslandi, kom í gjár á eina sokallaða kurteisisvitjan í Føroyum Vitjanin er í sambandi við, at Halldór Ásgrímsson hevur tikið við sum aðalskrivari í Norðurlendska ráðharraráðnum.

Fyrrapartin í dag hevði Jóannes Eidesgaard, løgmaður, fund við Halldór Ásgrímsson í Tinganesi, har Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum eisini luttók.

Halldór Ásgrímsson skal avstað aftur í dag.