Leif Láadal
Tá atkvøðurnar vóru upptaldar, fekk sitandi formaðurin Páll Hansen tríggjar ferðir so nógvar atkvøður sum avbjóðarin, Jógvan Nybo.
Tveir av fýra nevndarlimum stóðu annars fyri vali á aðalfundinum. Annar teirra, næstformaðurin Regin Olsen, varð afturvaldur, meðan Ólavur Gunnarsson varð nývaldur í nevndina. Nevndarlimirnir Petur Egholm og Jóan Petur Patursson stóðu ikki fyri vali í ár. John Højsted er nývaldur tiltakslimur, meðan Eirikur Gunnarsson varð afturvaldur.
Sjálvt um nógv evni, ið hava við maskinmeistarar og maskinistar at gera, hava verið frammi seinasta árið, so hildu fleiri limir, at felagið átti at gjørt nógv meira vart við seg. Sum dømi var nevnt málið um skerjingarnar á Vinnuháskúlanum, har meiningin hjá Maskinmeistarafelagnum ikki kom nóg greitt til sjóndar.
Og hetta var júst ein av grundgevingunum hjá Páll Hansen yvirfyri aðalfundinum fyri at velja seg aftur. Hann bar fram, at felagið hevur arbeitt, og framhaldandi fer at arbeiða fyri einum sjónligari felag.