Flestu fólk kenna best George Weah sum vandamikla áleyparan, sum í nítiárunum skoraði 32 mál í 96 dystum fyri franska stórfelagið PSG og 46 mál í 114 dystir fyri italska stórfelagið A.C. Milan. Í 1995 bleiv hann eisini viðurkendur sum heimsins besti fótbóltsleikari, tá hann vann heiðurin sum Balon d'or og ársins leikari hjá FIFA.
Seinni árini hevur hann tó gjørt vart við seg sum ein av fremstu politikarunum í heimlandinum Liberia, og nú er líkt til, at hann verður næsti forsetin í afrikanska landinum. Tað skrivar Reuters tíðindastovan.
Tjóðartingsvalið hevur verið í Liberia, og sambært stuðlunum hjá George Weah, so hevur leiðandi andstøðupolitikarin vunnið valið. Um so er, so er hetta fyrstu ferð síðan 1944, at tað hevur eydnast andstøðuni at vinna valdið í einum demokratiskum vali.
Uppteljingin av atkvøðunum byrjaðu í dag og endaliga úrslitið verður kunngjørt í morgin, men sambært Reuters, so hevur Morluba Morlu, varaleiðarin fyri valstríðið hjá George Weah, kunngjørt, at fyribils uppteljingarnar vísa, at fyrrverandi fótbóltsleikarin hevur vunnið valið við umleið 70 prosent av atkvøðunum.
- Tað er greitt. Vit bíða bara eftir at valnevndin kunngerð úrslitið og so verður hann forseti, sigur Morluba Morlu sambært Reuters, og leggur afturat.
- Vit heita á Boakai um at geva skarvin yvir og ynskja George Weah tillukku.
Stjórnarflokkurin er tó enn ikki sinnaður at geva upp, og hevur boðað frá, at tey bíða eftir endaliga úrslitinum, áðrenn tey gera nakra niðurstøðu.