Fyrrverandi El Clásico-dómari í Føroyum

Tað er hann í sambandi við dómaraskeiðið, sum er á Hotel Føroyum í løtuni.

Føroysku fótbóltsdómararnir fyrireika seg í hesum døgum til kappingarárið, ið stendur fyri framman, við einum sokallaðum úrmælingaskeiði á Hotel Føroyum. Skeiðið byrjaði í morgun og heldur áfram til sunnudagin.


Undirvísarar eru umframt Lassin Isaksen og Niklas á Líðarenda, spanski Juan Antonio Fernandez Marín úr Valencia, Spania. Hann er FIFA-vegleiðari og ferðast kring heimin at vegleiða dómarum.


Juan Antonio Fernandez Marín er ikki hvør sum helst. Árini 1990 til 2003 var hann dómari í La Liga, har hann dømdi 217 dystir og har av tvey El Clásico og fimm arvauppgerðir ímillum Real Madrid og Atlético Madrid. Harumframt var hann FIFA-dómari árini 1994 til 2003, har hann eitt nú dømdi 28 Champions League-dystir og hópin av landsdystum.


Mr. Marín, sum hann verður nevndur, er professari í coaching, útbúgvin sálarfrøðingur og starvast á stovni fyri menningartarnað.


Mr. Marín er vælnøgdur við fyrsta dagin á skeiðnum.


- Eg eri væl nøgdur, tað má eg siga. Luttakararnir hava verið ógvuliga virknir í dag, og teir tykjast at vilja taka við læru og hava ein góðan liðanda, segði Juan Antonio Fernandez Marín í stuttari viðmerking við in.fo eftir fyrsta dagin á skeiðnum.


Á skeiðnum luttaka 35 hjálpardómarar og dómarar umframt níggju eygleiðarar.