Fyrrverandi CIA-leiðari ávarar Russland

Hvat fer at helda, um Russland leypir á við kjarnorkuvápnum? Tað er ein spurningur, sum fyrrverandi CIA-leiðari setir sær.

Fyrrverandi CIA-leiðarin, David Petraeus, heldur, at USA og tess sameindu kunnu knúsa russisku herdeildirnar í Ukraina, umframt at russiski svartahavsflotin verður søktur, um Russland velur at brúka kjarnorkuvápn í krígnum móti Ukraina.

 

- Eitt hugsanargrundarlag er, at Nato vil svara aftur við at reka russiska herin út úr Ukraina og av Krim-hálvoynni, umframt at hvørt einasta russiskt herskip í Svartahavinum verður søkt, sigur David Petraeus í samrøðu við ABC News.

 

Samrøðan verður endurgivin í The Guardian og fleiri øðrum miðlum.

 

Fyrrverandi CIA-leiðarin sigur, at hann hevur ikki snakkað við trygdarráðgevan hjá USA, Jake Sullivan, um, hvussu USA møguliga fer at fyrihalda seg til eitt møguligt russiskt kjarnorkuálop.

 

Nato og tess sameindu vilja ikki avdúka, hvør avleiðingin verður, tí mett verður, at óvissan í hesum sambandi hevur ein ræðandi virknað.

 

Verjusamgongan vil tískil heldur ikki avdúka, hvat skal til fyri, at sonevndi Artikkul 5 verður útloystur. Henda grein sigur nevniliga, at álop á eitt Nato-limaland verður roknað sum álop á alla verjusamgonguna. 

 

Tískil er framvegis óvist, um eitt møguligt russiskt kjarnorkuálop móti Ukraina, sum førir við sær, at geislavirkið avfall eisini rakar Nato-limalond, vil útloysa Artikkul 5.

 

Sjálvur væntar fyrrverandi CIA-leiðarin, David Petraeus, ikki, at eitt møguligt kjarnorkuálop á Ukraina fer at útloysa henda partin av avtaluni.

 

- Nato ynskir ikki at enda í einum kjarnorkuvápnastríði, men samstundis noyðist verjusamgongan greitt at siga, at nýtsla av kjarnorkuvápnum á ongan hátt kann góðtakast, sigur David Petraeus.

 

Nato-ovastin, Jens Stoltenberg, hevur sagt, at hann upplivir kjarnorkuvápnaretorikkin hjá Russlandi sum bæði vandamiklan og ábyrgdarleysan, og hann ávarar um, at eitt møguligt kjarnorkuálop fer at fáa stórar avleiðingar.

 

##med2##

 

 

 

Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg.