Fyrrverandi Charlton-spælari til KÍ

24 ára gamli eingilsmaðurin Chris Cerroni skal spæla við KÍ í 2007. Hetta boðaði felagið frá um vikuskiftið. 24 ára gamli Chris Cerroni hevði í síni tíð lærlingasáttmála við Charlton. Honum eydnaðist ikki at vinna sær rættuligan sáttmála har, og síðani 2001 hevur hann spælt fótbólt í Florida, har hann sambært heimasíðuni hjá KÍ varð toppskjútti við 16 málum og varð kosins ársins spælari og ársins álopsspælari.
- Hann er uttan iva ein spælari, sum passar væl inn í hópin hjá okkum, og sjálvur eri eg sera væl nøgdur við avrikini, sum eg havi sæð hann vísa, sigur KÍ-venjarin Tony Paris úr Florida.