Fyrrverandi býráðslimur dømdur

Fyrrverandi býráðslimur var í Føroya rætti í dag funnin sekur í heimildarsviki

Fyrrverandi býráðslimurin, sum varð ákærdur fyri heimildarsvik, meðan hann var leiðari á einum dagstovni, var í dag funnin sekur í ákæruni.

 

Dómurin er treytað fongsulsrevsing í tríggjar mánaðir við eini royndartíð upp á eitt ár, umframt samfelagstænastu í 80 tímar. Maðurin skal eisini rinda sakarmálskostnaðin.

 

Ákæran var, at maðurin hevði uppgivið ov nógvar tímar á lønarseðlanum hjá sambúgvanum, sum arbeiddi sum vaskifólk á dagstovninum.

 

Føroya rættur metir, at tað er væl prógvað, at ov nógvir tímar eru upplýstir. Dómarin hevur tá samanborið upplýsta tímatalið við nomeraðu arbeiðstíðina hjá vaskikonuni og tað tímatal, sum vaskikonan sjálv hevur upplýst fyri rættinum og kommununi í samband við kærumálið.

 

Maðurin hevði upplýst, at vaskikonan hevði arbeitt í 1304 tímar hetta tíðarskeiðið. Normeringin ljóðaði upp á 512 tímar, meðan vaskikonan sjálv metti, at hon hevði arbeitt í 665 tímar og so eitt sindur afturat.

 

Føroya Rættur metir, at hóast ein letur ivan koma ákærda til góðar, er munurin millum uppgivna tímatalið og veruliga tímatalið, sambúgvin hevur vaskað, ov stórt.

 

Dómarin metir tó ikki, at tað kann prógvast, at vinningurin hevur verið yvir góðar 60.000 krónur, sum er tann upphædd, sum sambúgvin longu hevur endurrindað kommununi. Ákærin og kommunan mettu, at talan var um 109.000 krónur.

 

Dómarin segði, at hann metti, at tað var greitt fyri tí ákærda, at hann upplýsti ov nógvar tímar á lønarseðlanum, og at hetta var tekin um, at hann gjørdi tað vitandi og við vilja.

 

Dómarin metti tó ikki, at tað kundi prógvast, at ákærdi sjálvur hevur fingið nakran vinning burtur úr svikinum.

 

Dómarin metti, at talan var um skerpandi umstøður, at maðurin misbrúkti sítt starv í kommununi til vinnings fyri ein, ið stóð honum nær. Harafturímóti metti dómarin, at støddin á svikinum umframt góðu persónligu forholdini hjá manninum rættvísgjørdu, at talan var um ein treytaðan dóm.

 

Kommunan kravdi endurgjald frá manninum fyri 49.000 krónur, sum kommunan meinar er munurin millum tað, sum útgoldið er ov nógv í løn og tað, sum kvinnan hevur goldið aftur, men dómarin gekk ikki hesum kravi í møti. Hann metti, sum áður nevnt, at tað ikki er prógvað, at talan er um ein hægri vinning enn tær 60.000 krónurnar.

 

Um kommunan framvegis heldur seg hava rætt til endurgjald, má hon føra eina nýggja sak móti manninum í sivilrættardómstólinum.