Fyrrverandi biskupur í Dómkirkjuni

Sunnudagin 14. august prædikar fyrrverandi íslendski biskupurin, Karl Sigurbjörnsson, í dómkirkjuni

Sunnudagin 14. august prædikar fyrrverandi íslendski biskupurin, Karl Sigurbjörnsson, í dómkirkjuni.

Karl biskupur hevur vitjað í Føroyum nakrar ferðir áður. Hóast hann nú er pensioneraður, hevur Karl Sigurbjörnsson javnan kirkjuligar tænastur í dómkirkjuni í Reykjavík.

Eftir gudstænastuna verður ein drekkamunnur at fáa í Kirkjustovu, skrivar folkakirkjan.fo.