Fyrri hálvleikur var jaliga upplivingin hjá ÍF

(Rás2) Hoyr høvuðsvenjaran hjá ÍF, Jákup Mikkelsen taka samanum 2-5 tapið ímóti B36

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við høvuðsvenjaran hjá ÍF, Jákup Mikkelsen aftaná 2-5 tapið hjá ÍF ímóti B36 á ovara vølli í Gundadali.

 

Jákup Mikkelsen heldur, at jaliga upplivingin var fyrri hálvleikur, har eitt hart arbeiðandi ÍF-lið fekk hildið B36 frá tí mesta. Bert eitt gott frísparksmál frá Róaldi Jakobsen var munurin, tá liðini fóru til hálvleik.

 

Jákup Mikkelsen harmast um, at liðið datt út í byrjanini av seinna hálvleiki, tá B36 økti til 3-0, men hann er fegin um, at liðið fekk tvey mál at fara heim uppá.

 

Nú fær ÍF so møguleikan at hála seg tættari niðurflytingarstrikuni, tí í komandi umfarinum tekur ÍF ímóti Skála, sum í løtuni er 11 stig frammanfyri ÍF.