Fyrri hálvleikur kostaði ÍF dýrt

(Frá Rás2) Høvuðsvenjarin hjá ÍF upplivdi sítt lið ymiskt í báðum hálvleikunum í dystinum ímóti Suðringum við Stórá í dag

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var í sendingini "Triði Hálvleikur" á Rás2 við høvuðsvenjaran hjá ÍF, Jákup Mikkelsen, sum sá sínar menn tapa 1-2 ímóti Suðringum við Stórá í Trongisvági í dag. Suðringar vóru á odda 2-0 í steðginum.

 

Jákup Mikkelsen heldur, at talan var um ein sera slakan fyrra hálvleik, sum kostaði teimum dýrt í tí samlaða roknistykkinum. Tó er Jákup leikliga væl betur nøgdur við seinna hálvleik, men hann heldur, at ÍF átti at havt skapt fleiri málmøguleikar. Nú mugu stigini so koma í komandi dystinum ímóti EB/Streymi norðuri í Fuglafirði.

 

Um Suðringar staðfestir Jákup Mikkelsen, at teir vóru sera raskir, og hann væntar, at øll útilið fáa tað torført við Stórá, ikki minst við tí uppbakningum, sum Suðringar hava á heimavølli nú.