Gudstænastan í Havnar kirkju nýggjársaftan er flutt fram til klokkan 16 Tað hevur verið vanligt at havt gudstænastu í Havnar kirkju nýggjársaftan kl.23.30, men seinastu árini hava fá fólk verið í kirkju hetta kvøldið. Haraftrat er so nógvur gangur, tá ið nýggja árið verður skotið inn.
- Í ár gera vit eina roynd at hava gudstænastuna klokkan 16, so fólk kunnu fara í kirkju, áðrenn tey skulu onkrastaðni um kvøldið, sigur Ann Dahl Hansen, prestur í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi.